Missiónsvika á Argjum: Hvør er Gud?

Missiónsvikurnar eru í hesum døgum fult ígongd kring landið, og í døgunum 4.–8. februar 2026 hevur Argir tørn.

Í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum verður skipað fyri einari innihaldsríkari missiónsviku við talum, sangi, felagsskapi og andaligari hugdýping. Yvirskriftin fyri vikuna er “Hvør er Gud?” – ein spurningur, sum verður lýstur úr ymiskum sjónarhornum gjøgnum alla vikuna. Talurnar taka støði í lívinum, soleiðis sum tað møtir okkum í gerandisdegnum: í ófriði, í mótgongd, men eisini tá alt gongur væl.

Missiónsvikan byrjar mikudagin 4. februar klokkan 19.30, tá Jákup E. Petersen úr Hvalvík talar um, hvar Gud er í øllum ófriðinum í dag. Tabitha syngur. Hósdagin heldur Øssur Kjølbro úr Klaksvík fram við spurninginum, hvussu Gud kemur okkum við, tá lívið kennist lætt, og Manskórið í Fuglafirði luttekur við sangi.

Fríggjakvøldið er tað ungdómurin úr Meinigheitshúsinum í Havn, sum skipar fyri. Eyðbjørn Jacobsen úr Klaksvík talar um, hví vit skulu hugsa um Gud – og um Gud hugsar um okkum. Judith og Karl Høgni syngja. Leygarkvøldið 7. februar talar Kristian Martin Petersen úr Fuglafirði um, hvussu ein kemur víðari, tá lívið krasjar. Kvinnubólkur úr Oasuni luttekur, og innsavnan verður hetta kvøldið.

Missiónsvikan endar sunnudagin 8. februar við gudstænastu og sunnudagsskúla klokkan 11.00 og aftur møti klokkan 17.00. Tá verður spurt, hvønn týdning Gud hevur fyri okkum. Poula Reinert Olsen av Saltnesi talar. Argjakórið syngur, og eisini hetta møtið verður innsavnan.

Umframt møtini er nógv annað á skránni. Bønarløta er hvørt kvøld uppi á loftinum hálvan tíma áðrenn møtini byrja. Aftaná møtini er drekkamuður – undantikið sunnukvøldið, tá nátturði verður. Frá hóskvøldi til leygarkvøld er eisini bókaborð, har høvi er at keypa bøkur og annað frá Heimamissiónini. Sunnudagin verður barnaansing skipað.

Missiónsvikan á Argjum leggur sostatt upp til eina viku, har orð, sangur og felagsskapur ganga hond í hond, og har pláss er fyri bæði spurningum, trúgv og lívsroyndum. Hjartaliga vælkomin!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina