Missiónsvika í Miðvági
Hesa vikuna 26.-30. november er missiónsvika í Miðvági, har evnið er ‘Legg byrðuna!’. Hetta er ein serstøk missiónsvika, tí leygardagin verður eisini hátíðarhildið, at missiónshúsið í Miðvági fyllir 90 ár.
Skráin fyri missiónsvikuna
- 26. nov. kl. 20: Møti. Ólavur Jacobsen, trúboðari, talar.
- 27. nov. kl. 20: Møti. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, talar.
- 28. nov. kl 20: Møti. Kartin Høgnesen, ungdómsráðgevi, talar og Magni Christiansen syngur.
- 29. nov. kl. 14: Níti ára hátíðarhald við talu, sangi, heilsanum og søguligari kunning. Barnakórið tekur lut.
- Kl. 16: Jólatræið á Tungu verður tendrað. Eisini her verður níti ára haldið markerað við barnakóri og kunning um húsið.
- kl. 18: Náttverði í Missiónshúsinum.
- kl. 20: Møti. Jákup Brúsa, aðalskrivari hjá Heimamissiónini, talar. Kórið hjá KFUM & K í Klaksvík syngur.
- 30. nov. kl. 14: Sunnudagsskúli í Missiónshúsinum í Miðvági.
- Kl. 18: Felagsmøti í Saron í Sandavági. Elsa Østergaard talar. Sjónvarpið tekur upp.
Aftaná møtini verður drekkamuður. Øll eru vælkomin.



