Mong taka ímóti Jesusi – hóast atsókn

Í Asia taka fólk ímóti Jesusi, sjálvt undir hørðum atsóknum. – Vit standa nú við eitt avgerandi vegamót – og tað hevur skund at fáa fleiri at stovna fleiri kirkjur.

Trúgvin kostar

– Eitt av starvsfólkum okkara setti seg á eitt teppi uttanfyri húsini hjá hjúnunum Rahim og Amina*. Við eini hjartanemandi rødd deildi hann boðskapin, sum broytir lív: “Jesus elskar tykkum – og hann gav sítt lív fyri tykkum.”

Orðini rørdu hjúnini djúpt. Kvøld eftir kvøld lurtaðu tey. Og eitt kvøld tóku tey tað djarvasta avgerðina í lívinum: Tey søgdu ja til Jesus. Saman við elsta syni sínum lótu tey seg doypa.

Men mótstøðan frá grannalagnum kom stutt eftir.

Mótgongd og hóttanir

Fyrst komu hatafullu eygnabráini. Síðani hóttanirnar. Eina nátt vaknaði Rahim av ljóðum uttanfyri húsini. Tá hann royndi at lata hurðina upp, skilti hann, at grannarnir høvdu byrt fyri inngongdini. Hvat skulu tey nú gera? Flýggja? Hvar skulu tey fara?

LES EISINI  Nýggjur ST-dagur at minnast tey, ið eru fyri harðskapi vegna trúgv

Søgan um hjúnini Rahim og Amina er sterk – men tíverri ikki óvanlig. Trúgvin á Jesus kostar, og atsóknin er verulig. Men gleðiboðini eru, at hóast umstøðurnar eru harðar, so veksur kirkjan! Bert tað seinasta árið hevur tað lítla starvsfólkatoymið stovnað níggju nýggjar kirkjur! Og beint nú fylgja tey upp eftir meira enn 100 muslimum, sum vilja læra Jesus at kenna!

Til hvønn kunnu tey venda sær?

– Nú eru vit við eitt vegamót: Toymið er ógvuliga lítið og veikt. Tí røkka tey alt ov stutt, og mong nýggj kristin eru tí einsamøll – uttan hin kristna felagsskapin, onga undirvísing og ongan stuðul.

Tí seta vit fleiri starvsfólk, so at nýggju kristnu brøður og systrar okkara ikki noyðast at standa einsamøll móti hóttanum, einsemi og forfylging. Og tey hava eisini tørv á undirvísing, hjálp og vegleiðing, siga tey.

Tá Rahim og Amina* tóku ímóti Jesusi, kostaði tað teimum alt. Soleiðis er tað í Suður-Asia. Men mitt í mótstøðuni er framgongd! Nú mugu vit fáa fleiri starvsfólk í gongd við at stovna nýggjar kirkjur siga tey.

LES EISINI  Áheitan!

Tey ynskja forbøn og stuðul frá brøðrum og systrum í vesturheiminum.

* Av trygdarávum er myndin og nøvnini í greinini dulnevnd.

Kelda: Normisjon

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina