Náttúran vitnar um Gud
– Eftir, at vit vóru flutt inn í húsini, byrjaði eg at planta ymisk trø. Eg havi keypt tey úr Suðuramerika, Afrika, Asia, Norðuramerika og sjálvt eucalyptus trøð úr Avstralia vaksa væl her, sigur Carl.
Niðanfyri høvuðsvegin í Søldarfirði standa eini blá hús. Tey eru granni við fyrrverandiskúlan, sum nú er barnagarður. Har búgva 84 ára gomlu Jónvá og Carl Joensen. Tað eru óivað ikki øll, sum koyra framvið, ið síggja húsini, tí tey eru nærum fjald handan høg trø og runnar.
Undirritaði hevði eitt ørindi til Carl og fekk tá eitt prát við hann um urtagarðin og annað. Uppá fyrispurning, um hví hann bygdi í Søldafirði, tá hann kom úr Leirvík og konan úr Klaksvík, svarar hann: – Vit ætlaðu at byggja á Glyvrum, men har kundi eg bara fáa grundstykki, sum var umleið 600 fermetrar. Eg ynskti mær eitt væl størri, tí eg ætlaði at fáa mær stóran urtagarð. Eg og konan keyptu so hetta stóra stykkið frá Alfred Olsen í Søldarfirði. Her bygdu vit okkum hús
og fluttu inn í 1969.
– Hevur tú altíð havt áhugað fyri trøum og vøkstri?
– Ja. Eg hugsi, at tann áhugin kemur frá ommu. Abbi lá grivin í Leirvík, og omma og eg vitjaðu ofta grøvina. Har plantaði hon ymiskt og hjúklaði um vøksturin á grøvini. Hon og abbi høvdu eisini urtagarð, su m tey røktu væl. Har vuksu ymisk ber, sum tey gjørdu til súltutoy, og tað smakkaði væl, sigur Carl.
– Omma hevði fingið trø frá manninum, sum plantaði viðarlundina á Selatrað. Tey vuksu væl og standa har enn, sigur hann. -Eftir at vit vóru flutt inn í húsini, byrjaði eg at planta ymisk trø. Eg havi keypt tey úr Suðuramerika, Afrika, Asia, Norðuramerika og sjálvt eucalyptus trøð úr Avstralien vaksa væl her, sigur Carl.
– Lærir vøksturin teg nakað um Gud?
– Ja! Trøini, og náttúran sum heild, læra okkum nógv um Guds vísdóm, margfeldi, fjølbroytni, kraft og signing. Nøkur trø gerast stór og sterk og kunnu verja annan vøkstur móti harða veðrinum. Onnur eru lítil og veik og tørva verju frá stóru trøunum. Margfeldi sæðst eisini í tí, at fuglarnir eta berini av trøunum, og tá teir skvetta tað út aftur, kunnu trø vaksa har, sigur hann undrandi.
– Nógv av frítíðini er farin at planta og arbeiða í urtagarðinum, og tað hevur mær dámt sera væl. Konan hevur ikki altíð verið glað fyri tað, tí hon sær nærum ikki út fyri trøum. Hon vil hava útsýni, og eg vil hava trø, sigur Carl brosandi.
– Veksur væl í Føroyum?
– Vit hoyra fleiri siga, at náttúran í Føroyum er kørg. Tað haldi eg ikki. Duga fólk at planta og seta niður, so rætti vøksturin stendur uttast og skapar lívd fyri øðrum, so kann nærum alt vaksa her, sigur hann.
– Mong knarra yvir sniglar, sum eta og oyðileggja vøksturin. Vit hava nærum ongar sniglar. Tað kemur óivað av, at eg havi planta trø, sum bera ber. Tí eru nógvar kvørkveggir her, tær reiðrast her og tær eta berini og sniglarnar. Onnur klaga yvir vespir. Har má eg siga, at vit hava javnan vitjan av smáfuglum og av bringureyðum, og teir eta vespirnar, sigur Carl.
– Er øll frítíðin farin í urtagarðin?
– Nei, ikki øll. Nakað av tíð er farin til familjuna, og so havi eg verið virkin í Missiónshúsinum, sum nú kallast Bønhúsið. Har var eg formaður í meiri enn 25 ár og hevði sunnudagsskúla frá 1970 til 2010. Náttúran og vøksturin lærir okkum nakað um Gud. Men skulu vit veruliga hoyra um Gud og um Jesus, syndara vin og frelsara, mugu vit lesa og hoyra bíbliunnar boðskap, sigur gamli Carl Joensen.
