Negativt frælsi”
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Í okkara parti av heiminum í dag verður ógvisligt trýst lagt á einstaklingin um at liva, sum hann ynskir. Og frælsi fyri einstaklingin er nakað, vit kunnu gleðast um og vera takksom fyri. Tí tað gevur aðrar møguleikar enn fyrr, tá vanligt var, at børn máttu fylgja í fótasporunum á foreldrunum. Enntá kann sigast, at hetta partvíst er kristindómi at takka, har dentur verður lagdur á, at hvørt einstakt menniskja hevur treytaleyst og friðhalgað virði.
Men sekuleri hugsanarhátturin hevur so at siga gjørt sjálvræði og frælsi hjá einstaklinginum til lívsins hægsta mál. At hvør einstakur skal vera frælsur at liva, sum hann ynskir, so leingi tað ikki skaðar frælsi hjá øðrum at liva, sum tey ynskja. Eitt frælsi uttan bindingar. Eitt sokallað ”negativt frælsi”, har frælsi bara verður fatað sum frælsi frá nøkrum.
Spurningurin er tó, um ”negativt frælsi” er ein nøktandi meginregla? Hetta viðger Timothy Keller, prestur í New York, í bókini Preaching og nevnir nakrar trupulleikar.
Ein trupulleiki er ”skaða-reglan”, har ein og hvør livir, sum hann vil, so leingi tað ikki skaðar onnur. Tekur hann fyri givið, at øll vita, hvat rætt og skeivt er? Til dømis kann onkur siga, at tað at hyggja at porno í loyndum ikki skaðar onnur, meðan onnur vilja siga, at tað skaðar mátan, tú uppfatar kvinnur og kvinnukroppin. Undir hesum ymisku sjónarmiðum liggja ymiskar fatanir av, hvat rætt og skeivt er, sum aftur er ein trúarspurningur. Men ger hetta ikki skaða-regluna óbrúkiliga í praksis?
Ein annar trupulleiki er, at ”negativa frælsið”, har tú bara ynskir frælsi frá bindingum, er ein illusión. Ein 60 ára gamal kann gott elska at eta feitan mat, men um hann nýtir sítt frælsi til feitan mat, kann tað fáa lívshættisligar fylgjur. Ynskir hann at liva leingi, so má frælsið at eta feitar rættir avmarkast. Og um ein tónleikari ynskir at gerast heimsklassi og veruliga røra menniskju við tónleikinum, so má hann ofra frælsið at nýta tíðina, sum hann ynskir, og ístaðin venja tónleik átta tímar um dagin. So frælsi er ikki bara frávera av avmarkingum, men snýr seg heldur um at finna tær røttu frígerandi avmarkingarnar.
Ein triði trupulleiki er kærleiki. Onki parlag kann vaksa, um ikki báðir partar ofra egið frælsi fyri at tæna hinum. Hinvegin eru vakstrarlíkindini góð, um bæði viðurkenna avmarkingar í sjálvræði og egnum frælsi. Hetta kann leiða til størri frælsi. Ímynda tær ein ella eina siga, at eg ynski mær eina ella ein, sum góðtekur meg, sum eg eri, og hvørki krevur, at eg broytist ella ofri av mínum longslum, áhugamálum ella dreymum. Tað er fiktión – óveruligt.
Finst so eitt betri frælsi? Í hjúnabandi kunnu tvey uppliva kærleika, tá bæði velja at avmarka egið frælsi. Hvussu vil so vera, um vit yvirgeva okkum til Guds, okkara sanna kærleika? So uppliva vit størri frælsi, enn vit kundu ímyndað okkum. Frælsi frá ótta, óvissu og skomm. Frælsi til at fyrigeva, at elska onnur og at møta líðing, sum vit ikki vóru før fyri fyrr.
Jákup E. Petersen, Keypmannahavn