Nógvir muslimar venda um
Seinnu árini hevur eitt vaksandi tal av muslimum tikið við kristnari trúgv.
Frásagnir úr øllum heiminum peika á, at ein máttmikil andalig veking er í gongd í nógvum muslimskum londum. Men júst hvussu nógvir muslimar taka við kristnari trúgv hvørt ár? Svarið kann koma óvart á mong.
Eitt óvæntað tal: 6 milliónir um árið – bara í Afrika
Ein av teimum mest endurtiknu útsagnunum kemur frá einum kendum muslimskum leiðara, Sheikh Ahmad Al Qataani. Í einari sjónvarpssamrøðu á Al-Jazeera í 2001 segði hann, at hvønn klokkutíma venda 667 muslimar um til kristindóm. Tað er 16.000 um dagin, ella umleið 6 milliónir um árið – bara í Afrika. Hóast tølini hava verið umrødd og viðgjørd, kann ongin nokta fyri vekingini í Afrika.
Hóast hóttanir, forfylging og strangar islamiskar lógir, venda túsundtals muslimar sær til Kristus hvønn dag. Frá Miðeystri til Miðásia og longur út uppliva muslimar sterk møti við Jesus Kristus – stundum gjøgnum dreymar og sjónir, sum far teir at leita eftir sannleikanum í gleðiboðskapinum.
Altjóða mynstur í muslimskum umvendingum
At taka við kristnari trúgv er altíð persónligt, men rák vísa, at nakað stórt er í gongd víða um heimin. Her eru nøkur dømi um, hvar muslimar venda um til kristindóm í stórum tali:
- Sudan: Yvir 5 milliónir umvendingar frá islam til kristindóm síðan fyrst í 1990-unum.
- Iran: Í 1979 vóru bert 500 muslimar umvendir til kristindóm. Í dag verður talið mett til yvir 1 millión.
- Afghanistan: Í 2001 vóru alment bert 17 kristin; nú eru tey yvir 10.000.
- Irak: Síðan fyrst í 2000-unum hava yvir 5.000 muslimar vent um til kristindóm, og nógvar kristnar meinigheitir eru nú í Bagdad og Kurdistan.
Hesi tøl benda á, at milliónir av muslimum venda sær til Kristus í muslimskum londum – ofta í loynd, tí fylgjurnar av at venda um frá islam eru ofta øgiligar.
Hví venda tey sær til kristindómin?
Hví venda so nógvir muslimar um frá islam? Svarini eru djúpt persónlig, men nógv hava hetta til felags:
Persónlig møti við Jesus: Nógvir vitnisburðir greiða frá dreymum ella sjónum, har tey hava sæð Jesus Kristus. Hetta hendir ofta í økjum, har evangeliið hevur trong kor, og tað kveikir ein djúpan longsul eftir at læra meira um Jesus.
Vónloysi við víðgongdari islamismu: Í økjum, sum eru merkt av harðskapi og víðgongdari islamismu, hava nógvir muslimar mist álitið á harðskapin, sum verður útintur í navni islam. Hetta hevur fingið tey at leita eftir aðrari leið – eini leið við friði og kærleika, sum finst í læru Kristusar.
Atgongd til skriftina: Nógvir kristnir felagsskapir og trúboðarar hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at breiða út bíbliur, kristnar bókmentir og video. Í Egyptalandi hava hundraðtúsundtals fólk fingið nýggja testamenti á arabiskum.
Leikluturin hjá kirkjuni: Kristna kirkjan hevur havt ein týðandi leiklut í at tæna teimum kristnu, sum eru umvend frá islam. Í India, til dømis, boðar kirkjan frá, at tíggjutúsundtals muslimar koma til trúgv á Kristus hvørt ár.
Vitnisburðurin um kristnan kærleika: Frásagnir um blíðskap, samkenslu og fyrigeving frá kristnum grannum raka ofta hjørtuni hjá muslimum. Í mongum førum er tað ikki bara gudfrøðin, sum dregur tey – men kærleiki í verki.
Avbjóðingar hjá umvendum muslimum
At venda um frá islam til kristindóm er sjáldan lætt. Í nógvum muslimskum londum verður slík umvending mett sum fráfall, sum kann verða revsað við deyðadómi. Umvendir muslimar uppliva ofta:
- Tey verða burturvíst av familjuni og samfelagnum.
- Tey verða hótt við harðskapi.
- Tey missa arbeiði.
- Tey missa bústað.
- Tey verða revsað og sett í fongsul.
Hóast hesar vandar, heldur talið av muslimum, sum venda um, fram at vaksa. Hesi djørvu kristnu eru fús at líða fyri evangeliið, júst sum Jesus segði í Lukas 14,27:
Tann, sum ikki ber kross sín og fylgir mær eftir, kann ikki vera lærusveinur mín.
Dreymar og sjónir – ein afturvendandi vitnisburður
Eitt sterkt og afturvendandi evni í mongum umvendingarsøgum er upplivingin av einum dreymi ella sjónum av Jesusi. Hvørt tað er í Iran, Egyptalandi ella Indonesia, siga muslimar ofta, at Jesus hevur víst seg fyri teimum, talað orð um kærleika og frið og boðið teimum at fylgja sær.
Hetta samsvarar við profetiið í Jóel 3,1:
Men eftir hetta skal eg úthella av anda mínum yvir alt hold; synir tykkara og døtur skulu profetera; gamalmenni tykkara droyma dreymar, og ungmenni tykkara síggja sjónir.
Hesar yvirnatúrligu upplivingar eru ofta kveikjandi til umvending frá islam til kristindóm, har tað nærum er ógjørligt at boða evangeliið alment.
Leikluturin hjá heimsumfatandi kirkjuni
Heimsumfatandi kirkjan – katólsk, protestantisk og ortodoks – má standa saman við teimum, sum vága alt fyri at fylgja Jesusi.
Latið okkum biðja fyri teimum milliónum av kristnum, sum hava vent um frá islam til kristindóm, at Gud styrkir trúgv og vitnisburð teirra, so tey kunnu leiða enn fleiri inn í Guds ríki.
Ein andalig rørsla
Hvussu nógvir muslimar venda um til kristindómin? Hóast metingarnar eru ymiskar, eru tað milliónir, sum taka hesa lívsbroytandi avgerð. Antin tað er gjøgnum persónlig møti við Jesus, vitnisburði frá kirkjuni, ella vónloysi við víðgongdari islamismu, so veksur rørslan frá islam til kristindóm.
Hetta er ein søga um dirvi, offur og vón. Tá vit hoyra hesar vitnisburðir og síggja talið av muslimum, sum venda sær til Kristus, verða vit mint á Guds mátt at broyta hjørtu – eisini á teimum myrkastu støðunum. Latið okkum halda á at biðja, stuðla og trúgva á Guds lyftir, soleiðis at evangeliið heldur fram at breiða seg:
Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur. (Róm. 10,13).
Kelda: Global Christian Relief
Ásbjørn Jacobsen


