Nú verður tað! 

Loksins er tíðin komin, at summarlegurnar í Leguhúsinum í Nesvík, kunnu byrja. Hóskvøldið var húsið fult av glaðum og spentum børnum og vónríkum leiðarum, sum gleða seg til góðar og ríkar dagar við spæli, felagsskapi, sangi og boðan.

Arbeiðið at gera Leguhúsið klárt til summarlegurnar, hevur vart í fleiri mánaðir. Eisini hava leiðarar kring landið fyrireika ymiskt virksemi, spæl, undirhald og boðan, og at alt annað er klárt til legurnar. Og børnini, ja, tey hava glett seg í langa tíð, til tey aftur kunnu koma á legu í Nesvík. Tey flestu hava áður verið í Nesvík og minnast nógvar góðar og ríkar løtur.

Eftir mánaðir við fyrireikingum er tíðin komin: Summarlegurnar í Leguhúsinum í Nesvík eru byrjaðar. Hóskvøldið komu spent og vónrík børn og eldhugaðir leiðarar til ársins fyrstu legu – at uppliva nakrar hendingaríkar dagar fyltar við spæli, felagsskapi, sangi og boðan. 

Evnið fyri summarlegurnar í ár er: “Guds sendiboð – við heimsins týdningarmestu ørindum” – ein sterk áminning um tað uppgávu og tann boðskap, sum børnini koma at hoyra og hugsa um gjøgnum vikuna. 

LES EISINI  Summarlegurnar byrjaðar

Og longu fyrsta kvøldið var lagið gott: Sáttmálaørkin varð hátíðarliga borin inn í salin, áðrenn Marjan Kass, sum filmaði tað, fór upp á pallin og greiddi frá hendingini, tá ið ísraelsmenn skuldu fara yvir um Jordanánna við ørkini og ganga runt um Jeriko. 

Trúboðin vitjaði leguna fríggjadagin fyrrapart og fangaði góða huglagið við myndum og upptøkum, tá ið hoppiborgin varð tikin í nýtslu, bátur settur á vatnið og látur fylti matsalin frá umleið 145 glaðum børnum og umleið 100 vaksnum – leguleiðarum, hjálparum, kamarsleiðarum, hjálparfólki, kokkum og børnum hjá leiðarunum – savnaðust til døgurða. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina