Samstarvsavtala gjørd um missiónsarbeiði í Føroyum og Íslandi

Kirkjuliga Heimamissiónin og Kristniboðsambandið í Íslandi hava skriva undir samstarvsavtalu, sum hevur til endamáls at styrkja missiónsarbeiðið í og útfrá londunum í útnorðri. 

Samstarvsavtalan inniber nøkur kjarnuøki, har felagsskapirnir vilja samstarv – eitt nú innan ungdómsarbeiði, leiðaramenning, integratión, felags altjóða missiónsátøk og bønarsamstarv.

– Vit fegnast um nýggja samstarvið við okkara systirrørslu í Íslandi, sum gevur okkum møguleika at røkka enn longur við gleðiboðskapinum, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini. Hetta er ein liður í okkara nýggju strategi, har vit vilja seta meira fokus á missiónsarbeiði í útnorðri.

Kristniboðsambandið (eisini nevnt Samband Íslenskra Krisniboðsfélaga, stytt SÍK) er ein lutherskur missiónsfelagsskapur í Íslandi, sum arbeiðir bæði í Íslandi og altjóða. Felagsskapurin varð stovnaður í 1929 og hevur altíð havt nógv virksemi innan altjóða missión. Í dag hevur SÍK missiónsvirksemi í londum so sum Etiopia, Kenya og Japan. 

Arbeiðið hjá SÍK líkist á nógvan hátt tí hjá Heimamissiónini – og tó hava báðir felagsskapir ymsar styrkir, har samstarv kann gagna báðum pørtum. Eitt nú er kristiliga ungdómsarbeiði í Føroyum meira útbreitt enn tað er í Íslandi, meðan íslendska rørslan hevur eitt betri skipað altjóða missiónsarbeiði við virksemi í fleiri londum.

Samstarv við okkara grannar norðanfyri er náttúrligt, tá okkara mentanir líkjast nógv, og føroyingar altíð hava havt góð sambond til Íslands. Heimamissiónin og Føroyska Sjómansmissiónin hava eisini Hotel Ørkina í Reykjavík, og nógvir føroyingar vitja javnan í Íslandi at halda møtir v.m.

Heri Kjærbo (form.) og Jákup Brúsá (aðalskrivari) vitjaðu hjá Kristniboðsambandinum í Íslandi, har samstarv varð umrøtt.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina