Nýggj umseting: Nú kanst tú bert vera barn

Okkara samling av sangum á mission.fo, sum eftir hondini er vorðin heilt stór, veksur meir og meir.

Vit hava júst lagt nýggju umsetingina av sanginum Barn, ikkje tenar, sum Sølvi Helén Hopland hevur skrivað, afturat samlingini. Tað er Marjun Thomsen av Strondum, ið hevur umsett sangin til føroyskt.

Sølvi Helén Hopland , ið er føddur í 1966 hevur givið fleiri fløgur út, sum millum annað eru at finna á Spotify.

Føroyski teksturin finnur tú niðast á hesi síðuni, ella tú kanst vitja mission.fo, har hann er at finna saman við akkordum.

Her er ein video upptøka av sanginum:

Nú kanst tú bert vera barn og ikki tæna.
Nú kanst tú vera lítil – ikki stór.
Ongi krøv til, hvat tú halda skalt og meina,
ikki tú, sum skalt forsvara míni orð.

Nú kanst tú bert lata hendur tínar hvíla.
Halt ikki, tað er tú, sum leiðir meg,
ikki tú, sum styðjar meg tá stormar ýla.
Nei, minst til, tað eri eg, sum leiði teg.

Nú kanst tú bert vera veik, slepp tíni byrði.
Eg livi støðugt, sjálvt tá tú ert deyð.
Vandin er, tú gloyma mann títt stóra virði.
Hugsar mest um onnur, teirra sorg og neyð.

Nú kanst tú bert sleppa lurta uttan at práta.
Nú skalt tú ikki geva – tak ímót!
Tú kanst nevna alt, sum feilar, tú kanst gráta.
Eg vil troysta, geva frið tær við mín fót.t

Eg rópi á teg, mítt barn, eg gevist aldri.
Eg elski teg, mítt barn, eg elski teg.
Tínar tænastur kann eg væl vera uttan,
men sum barn, mítt barn, er tú ómissandi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina