Nýggja Bethania í Gøtu vígt
Sunnudagin 15. februar varð nýggja missiónshúsið, Bethania við Gøtugjógv vígt.
Tað var Ovi Brim, próvstur, sum vígdi húsið í navnið Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.
Torleif Justinussen, formaður fyri stýrið greiddi í stuttum frá søguni um gamla og nýggja Bethania. Bethaniakórið sang og ymiskar heilsanir vóru bornar fram.
Síðani var bjóða til góðan drekkamunn. Umleið 250 fólk vóru til vígsluna. Tað var frøði og takksemi at merkja á fólkið, nú húsið varð vígt og tikið í nýtslu.

Trúboðin hevur hitt Torleif Justinussen, formann fyri húsið, og biðið hann sagt í stuttum frá søguni hjá Bethania. Hann greiðir soleiðis frá:
– Tað var kristilig veking í økinum fyrst í 1900. Tá føddist ynskið um, at gera eitt Missiónshús at savnast í. Úrslitið var, at menn fóru undir at byggja Bethania, við Gøtugjógv, sum varð tikið í nýtslu í 1925, hóast 1924 stóð í skjøldrinum.
– Húsið var væl brúkt gjøgnum árini, uttan at stórar ábøtur vóru gjørdar. Í 1980-unum var tað í vánaligum standi, og tá byrjaðu menn at tosa um møguleikan at byggja uppí húsið, men tað kom ongantíð til tað, sigur hann.
Fluttu í kirkjukjallaran
Í 2000 valdi stýrið at flyta sunnukvøldsmøtini niðan í kirkjukjallarin, saman við sunnudagsskúlanum, tí í gamla missiónshúsinum vóru umstøðurnar ótíðarhóskandi. Ungdómsmøti, hóskvøldsmøti, sum er bíbliutími og bønaløta, hildu fram í Bethania eina tíð, men fluttu so eisini niðan í kirkjukjallaran, saman við sjómanskvinnuringinum.
Nøkur ár seinni flutti sjómanskvinnuringurin inn í fundarhølini hjá Varðanum.
– Sambært fundarbókum, so var tað í 2005, at stýrið byrjaði at arbeiða við ætlanum um at byggja nýtt hús. Bethania átti ikki nógv av peningi, so tað var tá ein stór avgerð stýrið arbeiddi við. So fekk Bethania eina stóra gávu, sum gav bæði dirvi og áræði til ætlanirnar, sigur Torleif Justinussen.
Teknistovan í Gøtu teknaði
Teknistovan í Gøtu varð spurd um uppskot til nýtt missiónshús. Tað gjørdu teir og stýrinum dámdi væl uppskotið. Gamla húsið varð tikið niður í 2013, men rúm tíð gekk til endaliga byggiloyvið kom til nýggja húsið.
Innilokan av húsinum varð boðin út og byggifelagið Kanjon stoypti húsið upp og innilokaði tað í 2016. Síðani er nærum alt arbeiðið gjørt av sjálvbodnum.
– Tá sjálvboðin skulu gera arbeiði, tekur tað sína tíð. Viðhvørt gekk væl framá, og so var nærum stígur í eina tíð, fyri síðani at fáa gongd á aftur. Soleiðis gekk tað í fleiri ár.
Síðstu tvey árini hevur arbeiðið gingið væl og tí kundi vit víga húsið 15. februar . Einaferð tosaði stýrið um møguleikan fyri at biðja handverkarar gera húsið liðugt til 100 ára dagin, men tað bleiv ikki. Tí hava sera nógv fólk arbeitt við at gera húsið liðugt, og tey skulu øll hava eina hjartans tøk fyri tað. Ongin nevndur og ongin gloymdur, sigur formaðurin.
– Vit hava bygt húsið uttan at taka lán. Tí er húsið skuldarfrítt, nú tað er tikið í nýtslu. Tað fegnast vit almikið um, hóast tað hevur tikið rúma tíð at gera húsið, sigur hann.
Kostar umleið 8 mill. krónur.
– Húsið kostar okkum umleið 8 milliónir krónur, sum eru goldnar. Tað er í høvuðsheitum fólk og fyritøkur í Eysturkommunu, sum hava goldið húsið. Tað fegnast vit almikið um og takka hjartaliga fyri. Tá tað er sagt, so mugu vit ikki gloyma, at vit hava spart fleiri milliónir krónur í arbeiðsløn, tí nærum alt innan er gjørt av sjálvbodnum, sigur Torleif.
– Stýrið fyri Bethania er sera takksamt og fegið um, at tey fingu loyvi at nýta kirkjukallarin øll hesi mongu árini. Vit vóru gestir har, og tí var neyðugt at avlýsa okkurt tiltak av og á, tí kirkjan ella jarðarferðir skuldu nýta kjallarin.
Jú, vit vóru gestir, men eru samstundis ein partur av kirkjufólkunum og av kirkjuliga arbeiðinum í økinum, sigur Torleif.
-Hvat skal húsið nýtast til?
– Til kristiligt arbeiði. Høvuðsuppgávan er jú at vinna menniskju fyri Jesus og vera við til at varðveita tey í trúnni á Jesus. Ti koma arbeiðsgreinarnar hjá Bethania at húsast her. Tá hugsi eg um sunnukvøldsmøtini, sunnudagsskúlan, ungdómsmøtini og hóskvøldsmøtini. Vónandi fer sjómanskvinnuringurin eisini at nýta húsið, tí her eru frálíkar umstøður. Streingjakórið er byrjað aftur, og húsast í Bethania. Vit vóna eisini at onnur tiltøk hjá missiónini kunnu nýta húsið, sum liggur í meginøkinum og hevur allar nútímans hentueikar, sigur ein glaður og takksamur formaður.
Væl útgjørt og væl innrættað
Nýggja Bethania hevur nýggjastu útgerð á øllum økjum. Tað er væl bjálvað og hevur jarðhita. Øll ljós eru led, hevur góða ventilatión, lyft millum hæddirnar og góða ljóð- og ljósútgerð.
Í ovaru hæddini er salur, har 120 fólk kunnu sita, umframt 50 á balkongini. Harafturat er eitt endarúm á loftinum. Í gongini eru vesir, trappa niður í kjallaran og lyft millum hæddirnar.
Í kjallaranum kunnu 100 fólk sita til borðs. Har er góður køkur, skrivstova/fundarrúm, vesir og goymslurúm.
– Vit eru sera fegin og takksom fyri húsið. Føðingin er góð, hóast hon var drúgv. Nú ræður um at nýta húsið til tað, tað er bygt til, sigur Torleif Justinussen, formaður.
Torleif Johannesen





