Nýggjar tíðir í KFS
Eftir 17 ár sum aðalskrivari í KFS, valdi Ragnhard Petersen í summar at takka fyri seg. Í hesum tíðarskeiðinum hevur hann saman við landsnevndini og mongum góðum starvsfeløgum arbeitt við at røkka út við boðskapinum um Jesus Kristus til miðnámsnæmingar og lesandi kring landið.
Visiónin hjá KFS hevur øll árini verið tann sama: at ung kenna Jesus og gera Hann kendan. Ragnhard hevur í trúgv og trúfesti arbeitt fyri hesa visión, bæði við at leiða starvsfólkini, vitja KFS á skúlunum, stovna Sendiboð, og tala til møtir kring landið. Hann hevur eisini givið teimum ungu íblástur til eitt vaksandi lív sum Jesu lærusveinar.
Í samband við fráfaringina sigur Gerhard Jónsson Mikkelsen, formaður í KFS:
- Vit vilja takka Ragnhardi av hjarta fyri hansara trúgvu tænastu í KFS. Hann hevur verið ein týðandi leiðari og myndað millum ung í nógv ár. Vit ynskja honum, Marin og dreingjunum Guds ríku signing í tí, sum nú liggur fyri framman.
Eitt lítið fráfaringarhald varð hildið fyri Ragnhardi í juni mánaði, har starvsfólk og nevndarlimir høvdu møguleika at bera eina heilsan og takka honum fyri drúgva tænastu.
Ungdómurin tekur við
KFS er nú eitt sindur øðrvísi skipað. Eingin aðalskrivari er í starvi í løtuni, men eru Sesilia Dalbø og Tabita Maria á Torkilsheyggi farin í starv hjá KFS. Tær báðar gjørdust lidnar við miðnám á Kambsdali í summar, har tær eisini vóru virknar í KFS-arbeiðnum. Haraftrat hava tær verið við í Sendiboð síðstu árini.
Tær koma at arbeiða 12 tímar um vikuna, og uppgávurnar snúgva seg serliga um Sendiboð, KFS á Kambsdali og í Klaksvík, umframt KFS-legur. Umframt Sesiliu og Tabitu arbeiða Jórunn Mohr Viderø og Tórur E. Jacobsen í KFS, bæði 8 tímar um vikuna. Jórunn hjálpir til við KFS-arbeiðnum á Glasi og Sendiboð, meðan Tórur virkar millum føroysk lesandi í Keypmannahavn.
KFS heitir á øll um at biðja fyri hesum ungu starvsfólkum – at Gud má geva teimum vísdóm og styrki til at virka millum ung, sum eru í einum sera avbjóðandi tíðarskeiði í lívinum.
Í nevndini fyri KFS eru Gerhard J. Mikkelsen, formaður, Eyðbjørn Jacobsen, Edith Nattestad.