Nýggju volontørarnir farnir til Íslands í dag
Í dag fóru teir báðir, Andrias Garðsá úr Tórshavn og Magnus H. í Hjøllum av Toftum, avstað til Íslands, har teir koma at arbeiða sum volontørar fyri Kristniboðsambandið (SÍK) komandi hálvárið. Teirra uppgáva er at hjálpa til við at styrkja og menna kristiliga ungdómsarbeiðið í Íslandi.
Partur av strategiini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini er at seta meira fokus á missión í útnorðri, og er tað í hesum sambandi, at teir báðir fara til Íslands sum volontørar. Í summar undirskrivaðu Kirkjuliga Heimamissónin og systurrørslan í Íslandi, Kristniboðsambandið, samstarvsavtalu, sum hevur til endamáls at styrkja missiónsarbeiðið í og útfrá londunum í útnorðri.
Andrias hevur verið virkin í Meinigheitshúsinum í Havn, har forbøn var fyri honum til møti sunnudagin. Magnus hevur somuleiðis verið partur av missiónsarbeiðinum á Toftum umframt at hann hevur verið virkin í ungdómsarbeiðinum á Glyvrum, og tí var forbøn fyri honum í Tabor á Toftum seinasta vikuskifti.
Kirkjuliga Heimamissiónin sendir teir og samsýnar teimum, meðan teir koma at arbeiða fyri SÍK, sum hevur ábyrgd av uppihaldi, meðan teir eru í Íslandi.
Kostnaðurin fyri Heimamissiónina at senda tveir volontørar til Íslands at arbeiða í eitt hálvt ár er um 80-90.000 kr. Vilt tú geva eina eingangs gávu ella fasta mánaðargávu yvir 6 mðr. til at fíggja hetta, so kanst tú flyta pengarnar á konto 6460-422.753.2 og viðmerkja ‘Volontørar Ísland’.
Jákup Brúsá
