Nýggjur sjómanskvinnuringur stovnaður

Tað er hvørki á hvørjum degi ella ári, at ein sjómanskvinnuringur verður settur á stovn. So mikið gleðiligari er tað, tá ein nýggjur ringur byrjar.

Nakrar kvinnur í Æðuvík hava í eina tíð tosað saman um at byrja ein sjómanskvinnuring. Endaliga avgerðin hevur drigið út, men hóskvøldið 1. november byrjaðu tær. Boð vóru send út í Æðuvík og á Facebook, har æðuvíkingar hava ein bólk, um at nú byrjaði sjómanskvinnuringurin. Tær komu saman í kjallaranum í missiónshúsinum allahalgannarkvøld kl. 19.30 til 21.30.

Tær, sum hava tikið stig til ringin, eru Aslaug Olsen, sum er forkvinna, Karhild Davidsen og Julia Hansen, sum allar eru í stýrinum fyri missiónshúsið.

Fyrsta kvøldið vóru tær tíggju, og tað vóru tær sera væl nøgdar við. Onkur var og vitjaði í bygdini tað kvøldið, sum eisini var við. Tær koma saman fyrsta hóskvøld í mánaðinum.

Seinasta hóskvøld 6. desember var sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, og vitjaði ringin. Á skránni var sangur, andakt og frágreiðing frá arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini. So var drekka, meðan ein filmur varð vístur frá skipi, har menn hava jólahald umborð. Endað varð við bøn og sangi.

LES EISINI  Peruarar við bryggju í Hvalvík: Fegnir fyri bílig klæðir

Kvinnurnar hildu, tað var søguligt, at tær byrjaðu allahalgannarkvøld og so sama ár, sum sjómansmissiónin er 100 ára gomul.

Kvinnurnar í ringinum í Æðuvík eru spentar uppá arbeiðið og vóna, at fleiri kvinnur koma við í ringin. Tær skulu vera hjartaliga vælkomnar, sigur Aslaug Olsen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina