NÝTT: Hoyr upplestur úr Bíbliuni
Við nýggju dagføringini 1.0.5 eru fleiri hentleikar í Bíbliuappini frá Bíbliufelagnum.
Nevnast kann:
- Lurta eftir upplestri úr Bíbliuni – beinleiðis í appini.
- Innrita í appina og harvið goyma dátur.
- Synkronisering.
- Bókamerki – goyma tekstir.
- Lita eitt ella fleiri vers í senn.
- Avrita eitt ella fleiri vers.
- Skriva notur ella viðmerkingar til vers.
- Áset skriftstødd.
- Mannakorn til hvønn dag, sum kunnu deilast beinleiðis við onnur ella avritast til egna nýtslu.
- Tú kanst eisini síggja hvørji vers, tú hevur vitjað seinastu tíðina.
- Samanbera tvær ymiskar umsetingar t.d. Dahl 1961 og Nýggja Sáttmálan.
- Í bíbliutekstinum verður ofta víst til onnur skriftstøð í Bíbliuni. Hesar tilvísingar síggjast nú í appini.
- Og mangt annað.
>> Les ella tak niður nýggja nýtsluvegleiðing til Bíbliuappina 1.0.5 her.
Appin eitur “Bíbliuappin” á AppStore og “Bíblia” á GooglePlay.
- Bíbliuappin til IOS (iPhone og iPad) kann takast niður her…
- Bíbliuappin til Android (Samsung o.fl.) kann takast niður her…
Bíbliufelagið arbeiðir støðugt við at menna appina við fleiri hentleikum í komandi útgávum.
Bíbliuappin er ókeypis at taka niður og brúka.
