Nýtt Kumpas komið út
KUMPAS, bíbliulesiætlanin til ung millum 13 og 19 ár, er nú komin út í nýggjari útgávu til seinna hálvár 2025. Lesiætlanin, sum Heimamissiónsforlagið hevur givið út síðan 2010, hevur verið ein tryggur fylgisveinur hjá nógvum ungum í teirra dagliga bíbliulesnaði.
Endamálið við Kumpas er at hjálpa ungum at lesa regluliga í Bíbliuni og at skilja tað, tey lesa. Hvønn dag ber til at lesa ein stuttan bíbliutekst, eina greiða frágreiðing og eina avbjóðing ella ein spurning at hugsa um – alt serliga lagað til ung.
Kumpas leiðir lesaran á eina spennandi ferð gjøgnum Bíbliuna og gevur innlit í, hvat heimsins mest lisna bók hevur at siga tí einstaka.
Lesiætlanin kemur út tvær ferðir um árið – ein útgáva til januar-juni og ein til juli-desembur. Eitt toymi við umleið 30 fólkum stendur aftanfyri hvørja útgávu – frá ritstjórn og týðing til myndatøku og rættlestur. Haldarakanningar vísa, at ung eru sera væl nøgd við Kumpas og uppliva, at tað hjálpir teimum í teirra trúarlívi.
Kumpas er ein góð gáva til tín sjálvs ella til onkran, sum tú ert góð/ur við.
Kumpas kostar 115 kr. fyri eitt hálvt ár og 230 kr. fyri eitt heilt ár.
Til ber at tekna hald til Kumpas her.
Kumpas fæst eisini til keyps á nethandlinum Manna.