Nýtt starvsfólk á landsskrivstovuni í Nesvík
Í samband við ársmøtið varð avdúkað, at Kristianna Johannesen av Nesi byrjar í starvi sum skrivstovufólk á skrivstovuni hjá Heimamissiónini.
Skrivstovan heldur til í norðara enda av Leguhúsinum í Nesvík. Samstundis fer Jóhan Hansen frá sum skrivstovufólk, fyri at kunna hugsavna seg um at gera uppgávuna í samband við lesturin lidna, áðrenn hann í summar byrjar í starvinum sum ráðgevi innan barna- og familjuøkið hjá Heimamissiónini.
Kristianna hevur í nógv ár verið skrivstovufólk hjá Bláa Krossi. Hon er sett í starv árið út sum avloysari fyri Tóru Toftegaard, sum er í barsilsfarloyvi. Framyvir verður tað sostatt Kristianna, sum fer at svara telefonini á skrivstovuni í Nesvík. Hon fer eisini at taka sær av bókasøluni og nethandlinum manna.fo, har hon hevur gott fólk afturat sær. Og júst bøkur er nakað, sum Kristianna Johannesen kennir væl, tí hon hevur ábyrgdina fyri bókaborðinum í missiónshúsinum Tabor á Toftum.
Vit gleðast um, at Kristianna hevur sagt ja til at hjálpa okkum, sigur aðalskrivarin Andrias Magnussen, og heldur fram: Tað er ein signing at hava dugnalig starvsfólk sum brenna fyri søkini hjá Heimamissiónini at møta menniskjum har tey eru við gleðiboðskapinum um Jesus.
Kristianna er longu byrjað í starvinum.