Nýtt undirvísingartilfar til skúlan setur spurnartekin við, um Jesus er ein søguligur persónur

Spurningurin í yvirskriftini er settur í einum donskum samanhangi og gevur sostatt eina mynd av, hvussu andaliga barometrið sær út innan danska skúlaverkið. Kortini er spurningurin viðkomandi fyri okkum, tí próvførslur og grundgevingar í greinini hava líka stórt virði hjá okkum sum aðrastaðni.

Spurningur
Góði Karsten
Eg undirvísi 5. flokk í kristni og Gyldendal hevur framleitt eina video-upptøku um Jesus, ið sigur, at tað er stórur ivi um søguliga Jesus, hvørt hann veruliga hevur verið til, sum eg haldi, eftir egnari vitan og tí, eg lærdi á læraraskúlanum og nógvar vísindaligar keldur, er skeivt.

Í videoupptøkuni, ið nevnist “Kristendom bliver til”, verður sagt: “Men hvat vita vit í roynd og veru um Jesus? Granskarar, sum í dag lesa søgu kristindómsins, eru ikki samdir, hvørt Jesus veruliga hevur livað, ella um hann er ein íspunnin persónur”.

Har verður somuleiðis eisini ført fram, at allur átrúnaður(altso eisini kristindómurin) er grundaður á frásøgur, ið nevndar verða mytur, og at Nýggja Testamenti varð skrivað langa tíð aftaná, at hendingarnar fóru fram. Hvat heldur tú?

Vinarliga Kristian P.


Svar:
Dr. Bart Ehrman, ein sera kendur serfrøðingur í Nýggja Testamenti, ið lýsir seg sjálvan sum agnostikara, á markinum til gudloysing, hevur eina aðra fatan um Jesu lív og tilveru. Aftaná ein av sínum fyrilestrum fær hann eina viðmerking frá einum áhoyrara:

“Eg síggi onki prógv fyri einum søguligum Jesusi!”,
Ehrman svarar: “Íðan, tað geri eg. Vit hava hópin av “evidensi” uppá tað. Tað er ikki so frægt sum ein relevantur spurningur at spyrja fyri tey, ið granska í fornøldini.

Ongin lærdur er á nøkrum universiteti í vesturheiminum, ið undirvísir í klassiskum bókmentum, antikkari søgu, Nýggja Testamenti, uppruna kristindómi ella annað viðkomandi evni, ið ivast, hvørt Jesus veruliga var til!”

Í einum kjaki fyri nøkrum árum síðani millum tveir Oxford-professarar Richard Dawkins og John Lennox segði Dawkins, at “her er ongin ivi um, hvørt Jesus veruliga livdi”. Dawkins, skulu vit minnast, er størsti gudloysingur í okkara tíð, og hann er sostatt, eins og Bart Ehrman ikki partískur í síni meting av hesum spurningi.

Ongin ivi um tað søguliga

At kristindómurin skuldi verið grundaður á mytur er ikki í tráð við søguligu sannroyndirnar. Nýggja Testamenti umfatar millum annað eina røð av sjónarvitnisfrágreiðingum, og ikki mytur. Eitt er, um tú trýrt sjónarvitnisfrágreiðingunum og at Skriftirnar eru varðveittar óbroyttar gjøgnum søguna – men viðvíkjandi vanligu fatanini av søguligu hendingunum, ja, har er ongin ivi.

Vit hava eksterna keldur, sum søgufrøðingarnar, Josephus og Tacitus, ið umrøða persónin Jesus. Tacitus skrivar, at ein maður nevndur Kristus var stovnari av rørsluni, ið ber hansara navn, og at hann av Pontiusi Pilatusi varð tikin av døgum, og at hetta gekk fyri seg í stjórnartíð Tiberiussar.

Aðrar eksternar keldur, eitt nú rómverki guvernørurin Plinius og søgufrøðingurin, Suetonius, rógva á ongan hátt fram undir, at kristna rørslan skuldi verið íkomin um ein uppspunnan mann.

Var nakar ivi um persónin Jesus, hvørt hann veruliga var til, so høvdu hesir søgufrøðingar, sum í tíð og stað vóru rættiliga nær við hendingarnar, nevnt tað, tí ein slíkur ivi kundi verið nýttur til fulnar móti teim kristnu.

Uppáhaldið í áðurnevndu videoupptøku er tessvegna ósatt, og tað er sambært dr. Ehrman í stríð við samlaða serkunnleikan á økinum, bæði hjá trúgvandi serfrøðingum, eins og teimum sum ikki trúgva frá hægri lærustovnum í øllum vesturheiminum.

Byggir á fávitsku

Ehrman heldur tað vera pínligt, at gudloysingar enn bera fram hesar somu spurningar, tó tað er grundað á fávitsku. Ehrman hevur skrivað eina bók um evnið, tí hann sum fráleið troyttaðist av dagliga at fáa teldupostar frá ateistum, ið ynsktu at verða váttaðir í teirri vón, at Jesus var ein íspunnin persónur. Bókin er nevnd: ‘Did Jesus Exist’.

Síðstu ósannindini, ið førd eru fram, eru tey, at Nýggja Testamentið er skrivað langt aftaná, at hendingarnar fóru fram. “Langt aftaná” er jú eitt treytað hugtak; eitt nú er tað leingi at bíða í 45 minuttir í bíðihølinum hjá læknanum.

Dr. Bart Ehrman, roknar seg sum gudloysing, men er sannførdur um, at Jesus veruliga livdi.
Bókin hjá Bart Ehrman: Did Jesus exist

Samanborið við allar aðrar keldur frá forntíðini, so er NT skrivað stutt aftaná, at hendingarnar funnu stað, og meðan mong eygnavitni enn vóru á lívi. So eisini her eru framleiðarar av video-upptøkuni í stríð við granskararnar.

Tað er ein sannroynd, at um roynt verður at lýsa evangeliini sum óálítandi søguligar keldur, so ber ikki til yvirhøvur at arbeiða við antikku søguna, tí allar aðrar keldur er feldar niður á skrift nógv longur aftaná, at hendingarnar fóru fram, enn vit síggja við Nýggja Testamenti.

Alt tað, vit eitt nú vita um Alexander hin Stóra, er skrivað 300-450 ár aftaná deyða hansara, og kortini verða hesar keldur roknaðar sum eftirfarandi og álítandi. Lív og deyði Jesusar er best skjalfesta og dokumenteraða hending  frá tí tíðini yvirhøvur.

Ongin ivi hjá granskarum

Er tað í lagi at ivast um Jesus sum ein søguligan persón? Sjálvandi, hetta er eitt frítt land, men vit eiga ikki at fáa ein hugburð inn í undirvísingina, sum als ikki er til hjá øllum viðkomandi granskarum á økinum, sigur Ehrman og heldur fram, og so samstundis siga, at tað er hugburðurin hjá granskarunum.

Tað er gott við sunnum ivasemi, men viðvíkjandi spurninginum um, hvørt Jesus var ein veruligur persónur, ja, har eru enn ikki atfinnarnir atfinningarsamir. Eg hoyrdi einaferð Bart Ehrman vera spurdan í eini ateistiskari útvarpsrás.

Verturin var nærum heilt østur upp yvir at hava henda lærda agnostikaran í Nýggja Testamenti við í síni sending fyri, sum hann vónaði at kunna greiða frá, at Jesus var ein íspunnin persónur. Uha, uha, vónbrotið gjørdist stórt, tá Ehrman alt fyri eitt sleyrdi fast, at tað er ein sannroynd, at Jesus er ein veruligur og søguligur persónur.

Á veg til at gerast kristin lurtaði eg nógv eftir Bart Ehrman. Eg vildi tryggja mær, at tey ikki bara seldu mær ein átrúnað, ið var sera ivasamur, og eg nýtti tí Ehrman sum mótvekt ímóti verjum sum Lane-Craig.

Eg vildi kenna veruligu líkindini fyri, at Nýggja Testamentið er ein álítandi kelda og í eini slíkari ætlan helt eg, at eg var noyddur at hoyra metingina frá einum ikki-kristnum serfrøðingi. Framleiðarnir av áðurnevndu video-upptøku áttu helst eisini at havt ráðført seg hjá einum veruligum serfrøðingi.
Udfordringen: Karsten Pultz

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina