Nývaldu kirkjuráðini virkin

Kirkjuráðsval var 4. november, og nýtt kirkjuár byrjaði fyrsta sunnudag í advent. Nývaldu kirkjuráðini hava innan advent skipað seg á fyrsta fundi við forfólki, næstforfólki, kassameistara, skrivara og kirkjuverja.

Valskeiðið byrjaði fyrsta sunnudag í advent.

Áðrenn nývaldir kirkjuráðslimir hava tikið sæti í kirkjuráðnum, skuldu hesi sambært kirkjulóggávu á fyrsta fundi vátta við trú og heiður, at vilja inna tað starv, sum litið er teimum, í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni.

Har friðarval hevur verið, hava kirkjuráðini somuleiðis skipað seg, summi av nýggjum, meðan onnur hava valt, at kirkjuráðslimirnir halda áfram í somu leiklutum.

Í nógvum førum hava kirkjuráðslimirnir eisini leiklut sum kirkjutænarar, og eru tí virkin til gudstænastur og við aðrar tænastur í kirkjuni.

Uppgávurnar hjá kirkjuráðunum eru í høvuðsheitinum at stjórna kirkjuni í kirkjusóknini, og fevna um fíggjar- og fyrisitingarviðurskifti og at taka sær av rakstrinum av kirkjuni. Tá byggimál ella aðrar broytingar skulu fremjast í kirkjuni, hava kirkjuráðini ein týðandi leiklut í samstarvi við Próstadømisráðið.

LES EISINI  Menn í kjóla 14: Um signingina

Til fundirnar er kirkjuráðið viðtøkuført, um helvtin av kirkjuráðslimunum eru til staðar.

Hetta valskeiðið eru nógv nýggj forfólk í kirkjuráðunum. Hjá teimum er neyðugt at fáa skipað praktisku viðurskiftini, eitt nú í mun til t-post hjá kirkjuráðnum. Hesum og øðrum hevur umsitingin hjá Próstadømisráðnum hjálpt við.

Fyri at kunna útinna uppgávurnar á bestan hátt komandi árini, skipar Stiftið fyri skeiði í kirkjulóggávu, roknskapi og grannskoðan, í fyrsta umfari fyri forfólkinum og kassameistara í kirkjuráðunum kring landið.

Skeiðið verður 10. januar í Tórshavn, og innbjóðing er send til t-postin hjá kirkjuráðunum.

Tað eru 61 kirkjuráð í Føroyum við tilsamans 363 kirkjuráðslimum. Valskeiðið er 4 ár.

Kelda: Fólkakirkjan

_____________________________________________
Fá vikuligt tíðindabræv frá Trúboðanum á tín teldupost, við íblástri og tíðindum. Tíðindabrævið er ókeypis og verður sent hvønn fríggjadag.
Trýst her…

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina