Og orðið varð hold

“Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika” (Jóh 1,14).

Tað er valla nakar ivi um, at vit hátíðarhalda jól, tí at Jesus Kristus varð føddur í Betlehem. Siðurin er nevniliga at fegnast um fødda frelsaran, at hittast til hugnaliga samveru og tiltøk hesa høgtíðina, tá vit minnast hann á serligan hátt.

Jóhannesprologurin, sum tey fyrstu 18 versini í evangeliinum eftir Jóhannes verða kallað, undirstrika fyri okkum, at Jesus er Gud, og tí eisini var til, áðrenn heimurin varð grundaður. Nikenska trúarjáttanin, eitt av okkara játtanarritum, peikar á Jesus, sum Guds einborna Son, sum er føddur av Faðirinum fyri upphav tíðarinnar, Gud av Gudi, ljós av ljósi, sannur Gud av sonnum Gudi, føddur, ikki skapaður, av somu veru sum Faðirin.

Gud av Gudi, verður her sagt. Frelsarin, ið varð føddur jólanátt er sostatt bæði Gud og menniskja. Í neyðarsliga barninum, ið hevur tørv á føði, svøvni og umsorgan, síggja vit, so løgið tað enn kann ljóða, hin almáttuga skapandi Gud.

Ætlað til samband

Øll eru vit ætlað til samband við skaparan, men vegna syndina, ið er í okkum, er hetta sambandið niðurbrotið. Og meira enn so: vit eru fødd við hesum brotna sambandi, og tí finst eingin, sum av sjálvum sær søkir Gud (Róm 3,11).

Tí er tað altavgerandi, at Gud sjálvur tekur búgv okkara millum.

At skapari himins og jarðar, gerst partur av tí skapta. Tað er altavgerandi, at tað er Gud, ið kemur til okkum menniskju fyri at endurstovna sambandið. Tí hetta sambandið megnar einki menniskja at arbeiða seg fram til. Tíansheldur at hugsa um.

LES EISINI  Meðan vit bíða 2. partur

Tá syndin við fyrstu foreldrum okkara kom í heimin, var samfelagið við Gud burtur. Kærleikin frá Gudi var tó enn hin sami treytaleysi kærleikin. Hann bannar orminum og boðar honum, at fíggindskapur skal vera millum ormin og avkomið hjá kvinnuni. Ormurin skal býta avkomið í hælin og, at síggja til, vinna sigur. Men veruleikin er kortini, at høvdið hjá orminum skal verða morlað – av tí særda avkominum (1 Mós 3,14-15).

Ljós heimsins

Avkomið, ið skal morla høvur ormsins, er hin føddi frelsarin, Jesus Kristus. At Jesus var føddur, er okkum bæði ein gomul og høgt elskað søga, og kann tí eisini onkuntíð kennast okkum sum endurtøka. Men uttan mun til, hvussu endursagda vit meta søguna vera, so er tó talan um veruliga kollveltandi hending, tá orðið, sum er Gud, gerst hold.

Nógv er skrivað um júst hetta orðið, ið varð hold, men felagsnevnarin er, at vit undrandi standa og hyggja at undurfulla sannleikanum, at bjargingin er okkum vunnin í júst Jesusi.

LES EISINI  Valdsharrarnir í jólaevangeliinum – hvat er fakta?

Jesus sigur: “Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós” (Jóh 8,12).

Hetta er stóra kollveltingin við Jesusi. Jesus er ljósið, ið lýsir upp hitt myrkasta staðið, soleiðis at myrkrið má víkja. Hann skal upplýsa okkara hjørtu, og vit skulu liva saman við honum. Hann skal flyta okkum úr djevulsins valdi og inn í sítt ríki.

Íklædd Kristus

Hetta er neyðugt. Sanniliga eru vit skapningar, ið bera Guds mynd og hava tí ósigandi virði. Men vit eiga at leggja til merkis, at vit eru ikki fødd sum Guds børn. Nei, Guds børn verða vit bara við trúgv á Jesus og við dópi til hansara. Tí við trúnni og dópinum eru vit íklædd Kristus og fáa tá lut í hansara rættvísi. Og tað er bara í hansara rættvísi, at vit kunnu standa frí í komandi dóminum.

Eins og Gud skapti himin og jørð burturúr ongum, soleiðis kann hann skapa trúgv í tínum og mínum hjarta.

Gleðiboðskapurin um Jesus fer hesar dagarnar vónandi at ljóða einaferð enn, og vit kenna søguna um einglarnar, hirðarnar, manntalið og so framvegis.

LES EISINI  Ein nýggjur vegur heim í Guds ríki

Men vita skulu vit, at hóast henda søgan er endurfortald, so kann hon hjálpa okkum at venda um í trúgv á Jesus, soleiðis at hann gerst okkara frelsari, heldur enn bert hin fittliga søgan.

Gud gevi, at hann hesi jól letur upp trúareygu okkara soleiðis, at vit síggja frelsuna í Jesusi. Hann hjálpi okkum øllum at síggja, at hann gjørdist mannabarn, fyri at vit kunnu verða Guds børn. Latið okkum í komandi døgum takka Gudi fyri, at við Jesusi er tað vorðið gjørligt aftur at hava samfelag við hin almáttuga skapandi Gud.

 

1. Heimsins frelsari er her,
moyggin hann í armóð ber.
Allur heimur undrast á,
hví tú, Jesus, kemur svá.

2. Náðiundur Guds er tað,
Harrans andi ber í lag:
Lívsins orð á hesi fold
verður blóð og mannahold.

3. Uttan synd hann borin er,
alla heimsins synd hann ber.
Gud og maður, tað er hann,
okkum øllum bjarga kann.

Gleðilig jól í Jesu navni.

 

(Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 24/2015)

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina