Okkum tørvar undangongufólk

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Summarlegurnar eru í hæddini. Aftur í ár eru mong hundraðtals børn á legu í nakrar dagar, har tey hoyra gleðiboðskapin um Jesus og hugna sær í góðum og tryggum kørmum. Soleiðis hevur Kirkjuliga Heimamissiónin skipað fyri summarlegum hvørt ár í hálva øld.

Tað vóru trúboðarahjúnini Johannes og Elma Mortensen, sum byrjaðu legurnar í Skótahúsinum á Kambsdali og stóðu á odda fyri legunum í fleiri áratíggju. Tey byrjaðu á berum, tað var nógv stríð og knoss, men tey høvdu viljan, áræðið og úthaldnið, sum skuldi til. Stuttligt er at hoyra fleiri av teimum, sum tá hjálptu til, hvussu nógv knoss var av tí, sum í dag næstan gongur av sær sjálvum. Og tað gongur ein beinur tráður frá pionerunum tá til vælumtókta Leguhúsið í dag, sum næstu árini stendur fyri stórari útbygging.

Hetta er bara eitt dømi av mongum um undangongufólk innan Heimamissiónina, ið sóu ein tørv ella eina avbjóðing sum ein møguleika og herjaðu á. Hesi verða serliga nevnd, nú summarlegurnar hava hálva øld á baki, men mong onnur kundu verið nevnd.

Tí undangongufólk eru gull verd fyri eina og hvørja rørslu. Ein rørsla er jú nakað, sum flytur seg, er í rørslu. Og tí er støðugt tørvur á at bróta upp úr nýggjum, at síggja nýggjar møguleikar, alt til frama fyri sama góða gamla endamál. Hugflog er Guds gáva. Nýhugsan er ein av týdningarmestu eginleikunum í eini siðbundnari rørslu.

Men hvussu er við undangongufólkum í rørsluni í dag? Eru mong, sum síggja nýggjar møguleikar, heldur enn at gremja seg um forðingar og tvørleikar, og ganga undan? Eru nóg mong? Og er rúm fyri nýggjum hugskotum og átøkum, ella vilja fólk flest hava, at alt er, sum tað altíð hevur verið?

Fyri øllum er ein avmarkað stund, og ein og hvør lutur undir himlinum hevur sína tíð“, sigur Prædikarin (Præd 3,1). Tað er eisini galdandi fyri arbeiðsformar og fyri tiltøk. Bæði gamlar formar og teir, sum í dag eru nýggir. Sami Mortensen, sum eg nevndi at byrja við, segði í samrøðu við Trúboðan, tá hann sjálvur var væl uppi í 80-unum, at tey ungu eru ov konservativ.

Tað endamál, sum Kirkjuliga Heimamissiónin er til fyri at røkka, krevur, at vit altíð gera okkara besta fyri at røkka nútíðarmenniskjum við gleðiboðskapinum. Har vanligi føroyingurin er í dag, børn, ung og vaksin, har mugu vit eisini vera – við boðskapinum. Tí vit mugu møta menniskjum, har tey eru, ikki har, sum vit kundu ynskt, at tey vóru.