OM Føroyar í menning
Hósdagin hevði OM Føroyar sín árliga aðalfund, og myndin er týðilig: felagsskapurin er í menning.
Forkvinnan, Durita Jacobsen, lýsti eitt ár við broytingum í bæði leiðslu og starvsfólkahópi. Hon vísti eisini á, at hóast broytingarnar, hevur kósini verið klár, og ein kensla av trúfesti hevur sermerkt árið. Hóast stórar útskiftingar heldur arbeiðið fram við óskertari megi – borið uppi av sjálvbodnum, starvsfólkum og einum felagsskapi, ið stendur saman um missiónina.
Ungdómurin í miðdeplinum
Eitt nýtt átak hjá OM, er stovnsetinanin av OM ung. Ætlanin er, at OM ung skal savna ung, ið ynskja at liva sína trúgv í verki. Her hittast tey í einum felagsskapi, har tey verða avbjóðaði, vaksa í trúnni og taka lut í onkrum, ið røkkur út um tey sjálvi. Enn er alt so nýtt við OM ung, men landsleiðarin, Margareth Djurhuus, málbar seg soleiðis: “Bønin er, at OM ung kann gerast ein pallur, har ung bæði verða eggjaði, sameind og fyrireikað til tænastu, í Føroyum og úti í heimi.”
Missión í verki
Í árinum, ið fór, eru familjur og einstaklingar send út í longri tænastu í Afrika, Asia og Evropa. Harumframt hava fleiri enn 20 fólk verið avstað á stutttíðartúrum, so sum STEP, Off the Grid, Reach og Logos Hope. Millum anna var ein bólkur á 13 mans, ið arbeiddi miðvíst við at umvæla motorin á Logos Hope í Curaçao og in bólkur var í Pólandi í heystfrítíðini. Margareth Djurhuus legði dent á, at stuttíðarmissión skapar broyting bæði hjá teimum, ið fara út, og hjá teimum, tey hitta.
TeenStreet
TeenStreet er framvegis størsta tiltakið hjá OM Føroyar á árinum. Í 2025 ferðaðust 391 føroyingar til Týsklands:
• 259 tannáringar
• restin vóru leiðarar og hjálparfólk
Føroyski bólkurin setir sostatt sín týðiliga dám á stóra tiltakið. Her hittast ung um trúgv og felagsskap – og hjá nógvum verður hetta ein vika, ið setir kósina fyri lívinum hjá teimum.
Margareth kom í hesum sambandi við einari sterkari áheitan: “Biðið fyri teimum ungu, sum fara at taka lut – at tey ikki bara fáa eina góða uppliving, men veruliga møta Jesusi, vaksa í trúgv og finna sítt pláss í tænastuni.”
Við hesum vísti hon á TeenStreet sum ein part av einum størri dreymi: at kveikja trúgv og kall hjá komandi ættarliðnum.
Carsten Fonsdal Mikkelsen

