OM Føroyar sett nýggjan dagligan leiðara

    1. juni 2025 varð Margareth D. Djurhuus sett sum nýggjur landsleiðari eftir Danjal av Rana, sum hevur sitið sum leiðari seinastu 6 árini.

    Vit takka Danjali fyri hansara eldhuga og trúfesti í leiðsluni. Arbeiðið, ið hann og onnur við honum, hava gjørt, leggur lunnar undir víðari virksemi.

    Margareth tekur við leiðsluni sum einasta starvsfólk hjá OM Føroyum. Arbeiðið heldur áfram – og tað er stórur tørvur á fólki, sum vilja bera arbeiðið víðari. Tørvur er m.a. á hjálp til:

    • Bókhald v.m.
    • Samskifti á sosialum miðlum og heimasíðu
    • Hirðarøkt og samband við samkomur og stuðlar
    • Skrivstovuarbeiði og praktiskar uppgávur

    Kundi tú hugsað tær at vita meir ella stuðla – við tíni tíð og evnum – ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við Margareth á telefon 219923 ella á info.fo@om.org.

    Vit gleða okkum til tað, sum Gud fer at gera í hesum skifti, og biðja um forbøn fyri Margareth og arbeiðinum frameftir, skrivar OM Føroyar á heimasíðuni.

    LES EISINI  Aftur til Japans í januar
    Spurningar
    Í løtuni eru ikki spurningar til greinina