OM Føroyar: Suðurafrikanskt kvøld við Tanju & Kurt 3. juli

Aftan á sjey ár í Suðurafrika er Tanja nú á veg heim aftur í summarferiu.

Hjartaliga vælkomin til eitt forvitnisligt suðurafrikanskt kvøld við Tanju og Kurt hósdagin 3. juli kl. 19:30 í Ebenezer.

Tanja og Kurt, sum virka sum trúboðarar við OM í Suðurafrika, fara at siga frá lívi teirra og tænastuni í Suðurafrika – hvat tey hava upplivað, hvussu Gud hevur leitt tey, og hvat liggur fyri framman.

Kvøldið verður óformelt og hugnaligt við møguleika at síggja, smakka og lukta eitt sindur til Suðuraafrika – gjøgnum mat, mentan og frásøgnir.

Øll eru vælkomin!

Vilt tú vita meira um OM Føroyar? Trýst her…

LES EISINI  Logos Hope kemur til Føroyar næsta summar
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina