OM Føroyar takkar Jóhan Peturi Johannesen
Jóhan Petur Johannesen hevur trúfast tænt OM í fleiri áratíggir.
Hann hevur, heima sum úti í heimi, verið eitt framúr umboð fyri OM Føroyar og OM sum heild. Eitt skifti var hann dagligur leiðari á OM kontórinum í Føroyum. Hann hevur eisini verið partur av nevndini hjá OM Føroyar og OM Norra.
Seinastu árini hevur hann havt høvuðsábyrgd fyri stuttíðartænastunum hjá OM Føroyar.
Hann hevur verið mangar trúðboðaraferðir og er altíð til reiðar at skapa nýggj sambond við sínum stóra hjarta at røkka menniskjum og tæna teimum á ymiskan hátt.
OM hevur verið ríkiliga signað at havt Jóhan Petur í starvi, og hansara jaliga og tænandi lyndi hevur tænt mongum. Hann er nú farin í annað starv, men heldur áfram sum sjálvboðin fyri OM Føroyar. Tað eru vit sera takksom fyri, tí hann hevur nógvar royndir innan trúboðaravirksemi og ein stóran kunnleika til trúarsamfelagið í Føroyum.
Vit ynskja Jóhan Petur alt tað besta, Harrans ríku siging og leiðslu í framtíðini, skrivar OM Føroyar í tíðindaskrivi.
.