Open Doors á vitjan í Føroyum

Í farnu viku var danska stýrið hjá Open Doors á vitjan í Føroyum. Teir høvdu fundir við føroysku nevndina og vitjaðu eisini fleiri meinigheitar og samkomur fyri at greiða frá arbeiðinum at stuðla kristnum, sum verða forfylgd kring heimin. Open Doors luttók eisini á einum bíbliuskeiði í Nesvík, har landsformaðurin fyri danska stýrið, Josua Christensen, greiddi frá royndum og kunnleika frá fundum við forfylgd kristin. Upptøkan frá bíbliuskeiðnum kann hoyrast her:

Seinni vitjaðu teir í podcaststovuni hjá Trúboðanum. Her fingu vit Jóannis Fonsdal, prest í Emdrup kirkju og lim í danska stýrinum, at vera vertur í samrøðu við hinar báðar gestirnar: Josua Christensen, formaður í danska stýrinum, og Klæmint Eliassen, formaður í føroysku nevndini. Í samrøðuni greiða teir frá arbeiðinum – og serliga um týdningin, sum føroyska sjónarhornið hevur. Samrøðan kann hoyrast her:


LES EISINI  Prestur kendi seg vónbrotnan í turkiskum fongsli
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina