Orð broyta týdning!

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Eg minnist væl tíðina, tá orðið “avbjóðing” var eitt jaligt orð. Men so vóru tað fleiri, sum fingu hugskotið, at kalla trupulleikar fyri avbjóðingar. Endamálið hevur uttan iva verið ein roynd at taka broddin av tí neiliga við ymiskum trupulleikum. Vit kenna jú orðatakið “Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt”.  Í so máta kann orðið avbjóðing verða ein hjálp til at finna okkurt jaligt í einum trupulleika.

Har sum eg arbeiði, kunnu vit vanliga keypa døgurða klokkan 12. Men so ein dagin fingu øll ein teldupost, sum segði nakað soleiðis: “Í dag veður ongin heitur matur klokkan 12, tí at vit hava avbjóðingar við ovninum”. Fyri meg var tað ein stuttlig staðfesting av, at orðið avbjóðing hevur broytt týdning. Tað sýnist sum orðini avbjóðing og trupulleiki eru vorðin samheiti.

Orsøkirnar til at týdningurin av einum orði broytist, kunnu vera sera ymiskar. Sum oftast hendir tað bara, yvir tíð, uttan at nakar ger nakað serligt fyri tað. Men so eru tað nøkur orð, sum ein áhugabólkur roynir at ávirka. Eitt slíkt dømi var fyrr í ár, tá Meginfelag teirra, ið bera brek, bjóðaði til fundar, fyri at umrøða møguleikan at finna eitt nýtt orð fyri orðið brek. Eg rokni við at tey hava staðfest, at tað er sera trupult at broyta tað hugsamband (assosiatión), sum fólk hava til eitt orð. So, í staðin fyri at broyta týdningin av orðinum, verður roynt at finna eitt nýtt orð. Spennandi verður at frætta um, hvussu tað fer at eydnast.

Týdningurin av einum orði kann eisini broytast við lóg. Í síðstu viku varð lógarbroyting samtykt, sum ger, at týdningurin av orðinum hjúnaband verður broyttur frá at binda saman mann og konu til at binda saman tvey fólk. Óansæð um vit halda, at tað var rætt ella skeivt, so mugu vit viðganga, at landsins lógir hava broytt týdningin av orðinum, so at tað ikki longur hevur nakað við kyn at gera.

Eg rokni við, at henda broyting er sum ein steinur kastaður í vatnið. Ringarnir fara í allar ættir. Væntandi kemur tað at viðføra eitt krav um tillagingar á fleiri ymiskum stovnum. Eg vóni bara ikki, at vit fara at síggja ymiskar bólkar av fólki kasta runu eftir hvør øðrum, tí tað førir bara til, at báðir partar verða dálkaðir. Vónandi finnast meira siðiligar tillagingar.

Kanska skuldu vit funnið eitt nýtt orð fyri bandið millum mann og konu.

Ein stórur partur av hjúnabandinum er løgfrøði, sum ikki hevur nakað við kirkjuna at gera. Tí hugsi eg, at frægast man vera, at kirkjan frásigur sær løgfrøðiliga partin av giftamálinum. Tað vil siga, at hjúnabandið er eitt løgfrøðiligt skjal, sum verður undirskrivað á kommunuskrivstovuni.

Væntandi fara fleiri fólk at melda seg úr kirkjuni, um hon frásigur sær myndugleikan at gifta, men eg rokni við, at tann skaðin verður minni enn skaðin, sum fer at koma av einum innari stríði um giftarmálið.

Christian Joensen, Saltangará