Ortodokst ella konservativt, tað er spurningurin
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Tá tú ert ungur og býr í Keypmannahavn, kanska er lesandi, ella í øllum førum kemur nógv saman við lesandi fólki, kemst ikki uttan um, at nógv verður diskuterað aftur og fram.
Vit búðu niðri í átta og eitt hálvt ár, og vit komu nógv í Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni hesi árini. Hetta arbeiðið er nú flutt út í LM á Amager.
Ein av framíhjárættunum við at ganga har, var, at tað stóran part av tíðini vóru fleiri, ja, onkuntíð nógvir, gudfrøðislesandi, sum eisini komu har. Hesir vóru ofta upptiknir av ávísum evnum, sum teir eisini fóru heilt í dýpdina við, bæði stórir grundleggjandi spurningar, men eisini bagatellir, sum vit onnur ikki komu til, men tóku sum góða vøru frá teimum.
Men samanumtikið, so verður í einum sovorðnum lestrarumhvørvi, alt havt á orði og umrøtt, og spurningar verða settir við alt.
Eitt, sum eg lærdi niðri, var tað, sum yvirskriftin sipar til. Tað finnast millum annað hesi bæði sýnini á Bíbliuna. Sum eg skilti tað, kom tað ann uppá, hvørjum lærustovni í Danmark, ein var tengdur at, hvat bíbliusýn varð lært.
Tað ortodoksa setur ikki spurning við nakað, men sigur, at Guds orð er heilagt og rætt, alt sum tað er. Tað er einki tilvildarligt við tí, og menniskjuni, sum hava skrivað og sett saman vóru leidd av Gudi, hvørt tey vistu tað ella ei.
Tað konservativa er eitt lítið sindur leysari í tí. Tað sigur eisini, at Gud hevur verið við allan vegin, men sigur eisini, at vit skulu minnast til, at menniskju hava skrivað og sett saman.
Nøkulunda soleiðis varð tað lýst fyri mær.
Um eg skal seta nøkur fólk í bás, so kann eg siga, at hesi bæði sýnini eru tey, sum eru umboðaði í okkara læru, tað verði seg hjá ”missiónsprestunum” og í Missións- og Meinigheitshúsum kring landið.
Hvussu nógv okkara eru bevíst um hetta, og hvat merkir hetta veruliga? Eru vit fólk, sum koma í eina kirkju ella meinigheit, har hetta verður prædikað og lært? Og eru vit so klár yvir, hvat tað merkir?
Hesi bæði hava tað til felags, at tey læra at Bíblian er Guds orð, øll sum hon er. Tey siga ikki eins og onnur, sum eru frammi í dag, at hon er orð um Gud, ella ein bók, skrivað av monnum, sum einki hald er í. Sýnini siga ei heldur, at Jesus var ein góður sosialistur, sum segði nógv gott, men heldur ikki meir enn tað?
Eru vit klár yvir hetta, tá vit í dag úttala okkum, tað verður seg við døgurðaborðið, á arbeiðsplássinum ella á sosialu miðlunum um ting, sum eru frammi nú, um rák, sum stríða ímóti Guds orði?
Eru vit klár yvir, at tá vit úttala okkum, so hefta vit ikki einans fyri tað úttalilsið, men fyri alt, sum Bíblian lærir, um vit hava okkara próvgrund úr Bíbliuni, og okkara profilur er eitt av sýnunum, sum her eru nevnd?
Fyri at vit tá skulu hava nakað trúvirði, mugu vit ganga uppí alla Bíbliuna og ikki taka ting út úr samanhanginum.
Vit mugu altíð hyggja at okkum sjálvum. Vit mugu til dømis ganga líka høgt uppí alla fjallaprædikuna og bræv Paulusar til Rómverja.
Fyrst og fremst og altíð eiga vit at prædika Jesu kærleika í orði og verki.
Magni Højgaard, Skála