Ósemja er ikki ein hóttan ímóti felagsskapinum
Vit eiga ikki at síggja ósemju sum eina hóttan ímóti samanhaldi, men sum ein møguleika til at menna ein enn sterkari felagsskap, sigur brúgvasmiður og kjakari, Özlem Cekic.
Flestu fólk trívast rættiliga væl sum partur av einum størri flokki, har mann hevur eitt felags grundarlag, eitt felags mál og eina felags ætlan fyri at náa vegin fram. Tí halda mong tað vera ótrygt og ótespiligt, tá ósemjur taka seg upp.
“Ósemjur kunnu lættliga spilla tað góða lagið. Tey flestu okkara varnast skjótt, hvussu lagið er í einum felagsskapi og um summi eru ósamd um eitthvørt, so kann tað sera skjótt merkja allan felagsskapin, serliga tá ósemjan gerst persónlig,” greiðir fyrrverandi fólkatingslimur Özlem Cekic frá, sum í dag er aðalskrivari í felagskapinum, Brobyggerne. Her virkar hon fyri at styrkja tolsemið og góða dialogin millum menniskju og samfelagsbólkar í Danmark.
“Tað ber væl til at vera fullkomiliga ósamd uttan at vera óvinir. Tað havi eg mangan upplivað í politikki. So leingi tað er gjørligt at tosa um tað, ósemjan snýr seg um, er ósemja sunn fyri ein felagsskap. Men tá atfinningar verða fataðar persónligar, so stendur nógv meira upp á spæl, tí tá gerst tað jú “eg” sum persónur, ið verður vigaður og sum funnist verður at. Tá er tað ikki bert mítt sjónarmið, ið ikki vinnur frama, men tá er tað “eg”, ið verði valdur frá,” greiðir hon frá.
So leingi tað er gjørligt at tosa um tað, ósemjan snýr seg um, er ósemja sunn fyri ein felagsskap. Men tá atfinningar verða fataðar persónligar, so stendur nógv meira upp á spæl
Özlem Cekic
Dialog-kaffi
Tá Özlem Cekic frá 2007-2015 var limur í Fólkatinginum fekk hon hópin av grovum og hatskum boðum gjøgnum sosialu miðlarnar. Nøkur teirra snúðu seg um politiskar ósemjur, men nógvar teirra vóru grundaðar í tí sannroynd, at hon hevur innflytararøtur og er muslimur. Heldur enn at lata seg kúga valdi hon at søkja upp hesi, ið sent høvdu boðini fyri at bjóða seg sjálvan fram til eitt kaffi-prát heima hjá teimum. Ikki fyri at stríðast og halda fram við kjakinum, men fyri at møta menniskjanum aftanfyri hatsku orðini.
Hetta stigið førdi til hugtakið “dialog-kaffi”, sum í 2019 varð góðkent og tikið við í Den Danske Ordbog sum ein orðing fyri at “møtast til ein kaffimunn fyri at tosa sinniliga saman” heldur enn at skifta grov og niðurgerandi sjónarmið við hvør annan, serliga á sosialu miðlunum.”
Uppliving hennara var, at aftanfyri ógvisligu og ljótu orðini vóru heilt vanlig fólk, sum hon hóast stórar ósemjur, kundi føra eina heilt vanliga samrøðu við. Samstundis gjørdi hon sær nakrar eygleiðingar um, hvat skal til fyri at kunna hava eina uppbyggjandi samrøðu við menniskju, ið ein ikki er samdur við.
Menniskju og ísfjøll
Heimspekingurin Sokrates lýsir dialogin sum eitt orðaskifti, har hvørgin av pørtunum frammanundan hevur markað endamálið við orðaskiftinum. Hetta er ógvuliga idealistiskt, tí vit hava nærum altíð eitt mál, tá vit samskifta við hvønn annan. Men um endamálið er at sannføra hin um mítt sjónarmið, so verður tað aldrin til ein dialog,” staðfestir hon.
Tað ber væl til at vera fullkomiliga ósamd uttan at vera óvinir.
Özlem Cekic
“Dialogur er, tá báðir partar ganga frá síni byrjunarstøðu og fara mitt út á brúnna fyri at lurta og gerast klókari av hvør øðrum. Tá vit eru ósamd, hava vit lyndi til at byrja at tosa um tað, vit eru ósamd um, men skulu vit hinvegin finna hvønn annan gjøgnum dialogin, so eru vit noydd til at byrja við tí, vit eru samd um, so vit hava eitt felags upprunastøði at tosa út frá. Við at byrja við tí, vit eru samd um, so koma vit okkum undan at gera hvønn annan ómenniskjalig og fíggindasinnað. So kann tað væl vera, at hin meinar ella ger eitthvørt, sum eg má taka frástøðu frá, men av tí at vit eisini hava ymiskt til felags, nýtist mær ikki at taka frástøðu frá viðkomandi sum menniskja. Menniskju eru nevniliga eins og ísfjøll. Í fyrstu atløgu síggja vit bert tey ovastu 10 prosentini, ið síggjast omanfyri vatnskorpuna, og tí hevur tað týdning, at vit ikki minka menniskju til bert teirra støðu og hugburð ella gerðir og leggja tey í kassar út frá okkara fordómum,” sigur hon.
Noydd til at siga orsaka
Fyri nógvum árum síðani varð Özlem Cekic bjóðað til ein ungdómsbólk av kristnum unglingum frá hvítusunnusamkomuni. Her byrjaði hon samrøðuna við at siga, at hon gleddi seg til at hoyra, hvat tey ungu hildu um evni sum fría fosturtøku og homoseksualitet.
“Alt, ið eg hoyrdi, var eitt djúpt suff! Og so varð eg brádliga før fyri at síggja tað: Eg setti júst teir somu spurningar, sum vórðu settir mær sjálvari, tá eg sum ein av fyrstu kvinnum av muslimskum uppruna varð vald inn í Fólkatingið. Eg var altso noydd til at steðga mær sjálvari og biðja um umbering. Eg var komin til at leggja kristnu unglingarnar í ein kassa við støði í mínum fordómum, og um vit skuldu fáa eitt gott orðaskifti, so vórðu vit noydd til at byrja heilt av nýggjum,” greiðir hon frá.
Eina aðru ferð vitjaði hon ein mann úr Indre Mission.
“Vit høvdu eina samrøðu, og hann hevði m.a nakrar meiningar um samkynd, sum eg var sera ósamd um. Tá eg var á veg út móti hurðini, segði hann: “Özlem, fólk siga, at eg eri víðgongdur. Heldur tú veruliga, at eg eri víðgongdur” Eg kendi beinanvegin pínuna í rødd hansara, tí júst tann sama sviðan kendi eg eisini, tá fólk kalla meg víðgongda. Eisini hetta var við til at minna meg á, hvussu lætt vit koma til at stempla hvønn annan við ógvisligum orðum,” ásannar hon.
Dialogur er, tá báðir partar ganga frá síni byrjunarstøðu og fara mitt út á brúnna fyri at lurta og gerast klókari av hvør øðrum.
Özlem Cekic
“Tá hetta hendir er ikki annað at gera enn at bera um umbering. Hetta er eisini galdandi, um vit aftaná eina samrøðu, ið fór av sporinum, koma heim og ásanna, at vit byrjaðu heilt skeivt. Tað er aldri lætt at ringja og siga, at mann gjørdi eitt mistak ella at kenslurnar fingu vald á einum, men eg veit, at eg hevði verið rættiliga glað, um onnur ringdu til mín við tí endamáli at halda áfram við samrøðuni,” sigur hon.
“Vit kunnu øll gerast í iva, verða øst upp ella særd. Men so skjótt, vit taka støði í egnum kenslum og ikki loypa á hin partin, so hevur mann longu flutt seg út á brúnna og hevur givið til kennar, at samrøðan hevur virði og er viljað,” greiðir hon frá.
“Tí vil eg leggja upp til, at mann torir at rætta armin út. Tú verður bilsin yvir, hvørja ávirkan, tað fer at hava.”
Elefantar í rúminum
Júst tí mong kenna seg ótrygg, tá tey møta ósemjum, kann tað verða freistandi bert at tosa um evni, ið semja er um. Hetta kann kanska varðveita góða lagið í eina tíð, men so við og við verða fleiri “elefantar í rúminum” – tabu-fongd evni, sum ongin torir at tosa um, og sum tískil fara at vaksa seg størri og at enda ræna álitið og frímóðið í felagsskapinum.
“Tá eg starvaðist innan psykiatriina, hevði eg ein leiðara, ið altíð segði, at tað, ið ikki verður tosað um, tað gerst tú sjúkur av. Í grundini eru tabu-økir ikki gott fyri nakran felagsskap. Tað er mangar ferðir betri, at vit fáa tosa út um tingini. Og tá vit tora at vera forvitin og opin yvirfyri hvør øðrum, fara vit nærum hvørja ferð at síggja, at tey, vit eru ósamd við, hvørki eru óálítandi, trúleys ella ynskja nakað vánaligt fyri felagsskapin. Tey hava bert eina aðra mynd av støðuni enn vit,” sigur Özlem Cekic, ið leggur ábyrgdina fyri slíkar samrøður bæði hjá tí einstaka, eins og hjá leiðsluni ella nevndini fyri felagsskapin.
“Leiðslan hevur eina heilt serliga ábyrgd fyri at skapa rúm og avtalur um, hvussu tosað verður um tað, ið er trupult. Men tað sleppur ikki tí einstaka menniskjanum undan ábyrgd, tí vit hava øll ábyrgd fyri at umhugsa, hvussu vit sjálvi kunnu gerast ein partur av loysnini – eisini hóast vit ikki fata okkum sum part av trupulleikanum,” leggur hon dent á og leggur afturat:
“Avtalurnar mugu sjálvandi gerast í friðartíð, tí er kríggj brostið á, so er ongin, ið lurtar eftir tær. Tá eru øll upptikin av at verja seg sjálvi.”
Eg og tú
Ein sera týðandi fortreyt fyri einum góðum dialogi er, at báðir partar eru upptiknir av og ansa eftir at hava bóltin á egnari hálvu.
“Tað merkir, at vit siga “eg” í staðin fyri “tú”. Um vit siga “tú heldur tað og tað”, so kennist hetta sum eitt álop, sum hin parturin verður noyddur at verja seg ímóti. Um vit heldur siga: “Eg vil fegin royna at skilja, hvat tú meinar við, at …”, so geva vit hinum partinum møguleika til at greiða frá síni støðu,” sigur hon.
“Og so hevur tað eisini týdning at nýta skemt og smíl. Eisini tá vit eru ósamd. Vit eru jú ikki í bardaga!” leggur hon dent á.
Júst virðisfelagsskapir, sama hvørt tað er politiskir ella átrúnaðarligir felagsskapir, so eru teir sambært Özlem Cekic í vanda fyri at gerast paralell-samfeløg ella ekko-kømur, ið á nógvum økjum hugsa eins og meina tað sama.
Vit venja best okkara tolsemis-vødda við at fara í dialog við tey, ið eru øðrvísi enn vit sjálvi.
Özlem Cekic
“So liðandi einsrætta vit hvønn annan, so at tað til síðst bert er ein áskoðan til tingini. Tí verða frontarnir settir skarpt upp ímóti hvør øðrum, tá ósemjur taka seg upp. Hetta havi eg eisini merkt á egnum kroppi í einum politiskum flokki. Roynt verður altíð at vera semjusøkjandi, og ikki skalt tú víkja nógv frá samtyktu kósini, áðrenn tú hevur sett teg uttanfyri góða felagsskapin og verður skýrdur sum hin ónda,” sigur hon.
“Eg haldi, at vit heldur enn at einsrætta áttu at lært okkum at tola ósemjur. Ósemjur eiga at fatast sum nakað jaligt og sum ein møguleiki til at mennast til ein enn sterkari felagsskap, har vit ikki nýtast at vera samd í øllum. Eg haldi tað vera gagnligt fyri ein og hvønn fólkaræðisligan felagsskap, at vit ikki altíð ganga í takt,” sigur hon.
Venjið tolsemisvøddin
Özlem Cekic rennir seg ofta í ta misskiljing, at brúgvabyggjarí snýr seg um, at vit skulu enda við at halda tað sama sum hin parturin.
“Tað er ein misskiljing, at vit verða noydd til at leggja allar okkara meiningar, grundreglur og átrúnaðarligar sannføringar heima eftir hinumegin brúnna fyri at kunna byggja brúgv til menniskju hinumegin ánna. Ofta vil dialogur við eitt menniskja, ið hevur eina aðra støðu, í roynd og veru gera okkum enn meira tilvitað um egnar støður. Málið fyri dialogin er tískil ikki semja, men heldur forvitni og tolsemi yvirfyri tí, ið er øðrvísi. Ongin okkara er føddur tolin; tað er nakað, vit mega venja okkum til at verða. Og vit venja nú einaferð best okkara tolsemis-vødda við at fara í dialog við tey, ið eru øðrvísi enn vit sjálvi,” staðfestir hon.
“Hetta er eisini galdandi fyri átrúnaðarligar spurningar. Hóast kristin, jødar og muslimar kunnu vera ósamd um ymiskt, so hava vit enn meira til felags í mun til trúgv okkara. Og tessvegna hava vit hópin at tosa um, uttan at nakar okkara nýtist at gera nakra neyðsemju um tað, vit trúgva uppá.”
Özlem Cekic
Fødd í 1976 í Ankara, Turkalandi, og kom til Danmarkar sum 10 ára gomul. Útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Vald inn á Fólkating fyri SF 2007-2015, men meldaði seg úr flokkinum í 2017 vegna politiska ósemju.
Var í 2016 við til at stovna felagsskapin Brobyggerne saman við yvirrabbinara Bent Melchior og varð í 2019 sett sum aðalskrivari. Felagsskapurin hevur 10.200 limir.
Fyrilestrahaldari og rithøvundur av fleiri bókum, sum taka útgangsstøði í hennara egna lívi og dialog-arbeiði.
Kelda: Impuls – Ole Noermark Larsen hevur skrivað. Edvard Poulsen hevur týtt til føroyskt.