Páskapoddvarp: Var tað veruliga neyðugt?

Páskapoddkast: Triðja poddkastið úr Studio Nesvík snýr seg um páskirnar, serliga skírishalguna. Vit umrøða spurningin, um tað veruliga var neyðugt hjá Jesusi at líða so ræðuliga og doyggja – er so illa statt við okkum menniskjum? Eisini nema vit við gamlatestamentligu bakgrundina og hvussu jødar halda páskir nú á døgum. Gestir eru Jákup E. Petersen, prestur, og Jóhan Henriksen, lærari, sum eisini hevur verið virkin í Ísraelsmissiónini í mong ár.

Tøkningur hesa ferð var Kristinn Akursmørk

LES EISINI  Trúpoddurin 10. partur
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina