Pop-up bókahandil í Meinigheitshúsinum í Havn hesa vikuna
Hesa vikuna hevur Manna.fo aftur ein pop-up kristiligan bókahandil, hesuferð í Meinigheitshúsinum í Havn. Opið er mánadag til leygardag 15.-20. desember.
Meinigheitshúsið, sum er beint við síðunar av SMS í Havn, verður opið hesar dagar frá kl. 13-18, har nógvar góðar bøkur eru til sølu, bæði til stór og smá. Harafturat eru øll eisini vælkomin inn á gátt til ein ókeypis drekkamunn mitt í øllum jólaresinum.
Manglar tær okkurt til tær síðstu jólagávurnar ella hevur tú brúk fyri líka at kobla úr við einum drekkamunni og onkrum, sum tú ert góð/ur við, so hevur Meinigheitshúsið í Havn akkurát umstøðurnar til tín.
> Vitja okkara nethandil Manna.fo fyri at finna hópin av spennandi jólagávum.
Jákup Brúsá
