Reidar úr Ålesund – ein forbiðjari

Jógvan Højgaard

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hugsar tú av og á um persónar, sum hava havt týdning í tínum lívi? Tað kann verða okkurt, ein hevur sagt ella gjørt. Tað kann verða ein, tú hevur nær uppá og hevur verði nógv saman við. Ella tað er ein, tú møtti bert eina ferð ella eitt stutt tíðarskeið, men sum gav tær nakað, tú kanst venda aftur til, sum árini ganga. Sjálvur havi eg nakrar, fyri ikki at siga fleiri tílíkar persónar at hugsa afturá. Nú vil eg siga frá um Reidar.

Skúlaárið 1988/89 untist mær at ganga á bíbilskúlanum Bildøy uttanfyri Bergen í Noregi. Eg var einsamallur føroyingur saman við u.l. 130 norskum næmingum og starvsfólkum. Hetta var eitt sera gott og gevandi ár, sum gav mær dýrabaran førning víðari í lívinum sum menniskja og eitt Guðs barn.

Í heystfrítíðini var eg heima í Føroyum og vitjaði. Eitt tað fyrsta eg gjørdi, tá eg kom aftur á skúlan var at kanna eftir, um eg hevði fingið post. Hetta var jú áðrenn vit samskiftu umvegis internetið, so tað var altíð spennandi at fara í posthillarnar at vita, um eitt bræv ella eitt postkort var komið.

Reidar úr Ålesund

Hendan dagin var í øllum førum eitt kort komið til mín. Tað var frá Reidar úr Ålesund.

Bíbilskúlin gav eitt lítið blað út nakrar ferðir um árið. Í tí fyrsta blaðnum hetta heystið var eitt yvirlit yvir, hvørjir næmingar gingu á skúlanum hetta skeiðið. Reidar hevði heft seg við, at ein føroyingur var ímillum næmingarnar. Í heilsanini til mín skrivar hann, at hann fegin vil verða ein forbiðjari hjá mær. Um eg tók ímóti tilboðnum, kundi eg skriva aftur til hansara. Eg má siga, at eg var bilsin og glaður um hesa heilsan. Eg visti, at eg hevði forbiðjarar heima. Foreldur og onnur, sum stóðu mær nær. Men at ein 70-ára gamal norðmaður, sum eg ongantíð hevði sæð ella hoyrt um, vendi sær til mín við hesum tilboði, rørdi meg djúpt.

Í bíbliuni verður nógv sagt um bøn og um forbøn. M.a. áminnir Paulus í 1. Tim. 2 um, at vit eiga at biðja fyri teimum, sum eru sett til leiðarar, fyri at vit kunnu hava eitt gott lív í gudsótta og sóma. Í Efes. 6, 18-19 biður hann um forbøn fyri øllum hinum heilagu og fyri sær sjálvum við, at hann má hava treysti og frímóð at boða gleðiboðskapin soleiðis, sum hann eigur at verða boðaður.

Reidar vísti mær, at tað er umráðandi at hava víðan sjónarring, tá um forbøn ræður. Tað er nátturligt hjá okkum fyrst at biðja fyri teimum, sum eru okkum næst, men tað eru so nógv onnur, sum eisini hava brúk fyri okkara forbøn. Tí er tað umráðandi hjá okkum at fylgja við, hvat rørir seg. Ikki bara av forvitni, men eisini og kanska serliga, fyri at vit kunnu verða til reiðar í forbønartænastuni. Bæði til tað andaliga og tað handaliga.

Eg møtti Reidar tvær ferðir. Tað passaði so væl, at tvær vikur aftan á at eg hevði fingið kortið frá honum, skuldi eg saman við øðrum á eina missiónferð í Ålesund. Tá nýtti eg høvið at vitja hann. Seinru ferð var tað til eitt møti í Bergen. Hann hevði sæð kunngerð um, at bíbilskúlin skuldi hava møti við vitnisburði og sangi og skrivaði til mín, at hann var í Bergen og ætlaði sær at koma. Vælsignað at møta hesum manni, sum í verki vísti kærleika og umsorgan. Eisini fyri mær, einum fremmandum útlendingi!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina