Salt: Bókin, sum gongur av sær sjálvari.

Kanska er tað tíðarspilla at skriva hetta bókaummælið, tí tað endar nokk við, at bókin gongur av sær sjálvari. Longu tá eg hevði lisið 25% av bókini, noyddist eg at keypa eina aftrat og geva hana víðari. Nú er tað ein vika síðani, og í dag vóru eini boð á telefonini, tá eg vaknaði. Tann, sum hevði fingið bókina frá mær, skuldi keypa 5 aftrat, sum hon vildi geva víðari. Bókin er góð! Bókin er týdningarmikil! Í so stóran mun, at tú fært hug at geva øðrum hana.

So, tá saman um kemur, nýtist ikki at skriva hetta ummæli. Hon gongur av sær sjálvari, og onkur, sum hevur lisið hana, fer at siga tær frá henni. Men bókin er ov góð til, at eg kann tiga, so nú fari eg at siga tær eitt sindur frá hesi bók, sum tú noyðist at ogna tær.

Bókin eitur bara ”Salt”. Rithøvundur er Rebecca Pippert Manley, sum vit eldru minnast frá metsølubókini ”Ud af saltbøssen”.

”Sannleikin er, at okkum trýtur ikki sjálvsálit. Men Guds-álit”

”Salt” er skrivað til øll, sum vilja luta gleðiboðskapin við onnur. Men fyrst av øllum skalt tú lesa hana fyri sjálvur at hoyra gleðiboðskapin! Tí hóast bókin viðger evangelisatión, eru eingir ávísir hættir, sum siga tær, hvussu tú skalt gera. Nei! Rebecca Pippert leggur ikki í at gera eitt skema, sum sigur tær, hvussu tú fet fyri fet skalt møta øðrum við gleðiboðskapinum. Nei, tú mást møta tí einstaka menniskjanum, júst sum tað er! Einastandandi, skapað og elskað av Gudi. Hon vísir til prestin D.T. Niles, sum sigur ”Evangelisatión er, tá ein biddari sigur einum øðrum biddara, hvar matur er at finna.” Av hesum skilja vit, at tað týdningarmesta amboðið til missión er, at vit sjálvi hava tikið ímóti gleðiboðskapinum og skilja hann. Tí, sum hon sigur:”Skulu vit vera álítandi boðberar av tí áfatuliga gleðiboðskapinum, noyðast vit sjálvi at skilja hann og trúgva honum!”

”Ofta er tað, vit ikki síggja, ikki meira veruligt fyri kristin enn fyri ateistar. Alt ov ofta liva vit, sum vóru vit ateistar – uttan at vita tað.”

Tí snýr stórur partur av bókini seg um at hjálpa okkum at skilja gleðiboðskapin. Hon sýnir stórt innlit í tíðarandan, og hvussu hann ávirkar okkum øll. Eisini okkum kristnu! Og eg meti, at nógv fara at uppliva eina lívgevandi endurnýggjan av trúnni við at lesa ”Salt”

Rebecca Pippert nýtir nógv góð dømi frá egnum lívi, og eru tey bæði rørandi, fjálgandi og kveikjandi. Hon sigur ongantíð:”Boðað gleðiboðskapin, nýt orð um neyðugt”. Tað er týdningarmikið at nýta orð! Tó sigur hon heldur ikki, at vit bara skulu rópa:”Vend um og trúgv” til øll tey, vit møta. Hon sigur, at best er at luta gleðiboðskapin við onnur, tá vit eru saman á sama støði, har vit síggja hvønn annan, sum tey, Gud hevur skapað okkum til at vera: Menniskju, sum eru elskað og knýtt at Gudi, sum luta náðina sínámillum.

Hetta er tað mest óvæntaðaðí søgu mannaættarinnar: Líka síðani syndin kom í heimin, hevur mannaættin gjørt alt fyri at verða sum Gud…meðan Gud longu á tíðarinnar morgni avgjørdi at verða menniskja!

Hon vísir okkum tað sjálvmótsigandi í, at meðan menniskjað oyðileggur seg sjálvt í royndini at verða Gud, valdi Gud at gerast menniskja fyri at bjarga okkum. Ja, so lítil sum eitt gitið egg. Og tað er frígerandi, tá hon sýnir okkum, hví okkara sjálvsálit av røttum eigur at verða umskift við Guds-áliti. Samstundis sum hon vísir, at vit dagliga mugu biðja Gud leiða okkum til tey menniskju, sum hann vil, at vit skulu møta.

Hetta kunnu vit gera uttan at óttast, hvussu fer at ganga. Tí eigur tú Kristus, ert tú ongantíð einsamallur. Kristus er altíð í tær. Og merkir hetta, at alt ber til. Eisini tá tú kennir tað sum, at tú ikki ert til reiðar at luta gleðiboðskapin.

Hevur tú hugsað tær at luta gleðiboðskapin við onnur ella ikki, so skuldi tú lisið hesa bók, tí tú mást ikki missa tað gamla evangeliið, sum Rebecca M. Pippert boðar soleiðis, at tað gevur meining fyri nútíðar menniskju. So sært tú aftaná, um tú kanst lata vera við at geva tað, tú hevur fingið, víðari.

”Men vit mugu heldur ikki boða evangeliið, sum at tað bert gevur eina kenslu av meining. Sum at tað er ein privatur og ikki almennur sannleiki; sum nakað, sum bert er okkara uppliving, men ikki sannleikin fyri øll; sum ein vegur av mongum. Hetta er ein postmodernað tilgongd, ber lítlan ávøkst og vinnur ongar lærusveinar, sum vita, hvat væntað verður av teimum.”

Og til tín, sum fegin vilt luta gleðiboðskapin við onnur: Tá tú hevur lisið bókina sjálvur, meti eg, at tú hevur fingið betur innlit í okkara samtíð, og hvussu tann sorg og pína, sum herjar okkara avkristnaðað land, letur portrið upp fyri gleðiboðskapinum, Tú sært av nýggjum týdningin av, at biðja Gud leiða teg til tey menniskju, hann arbeiðir við júst nú. Og eg eri vísur í, at tú fært Guds-álit til at vera ljós og salt yvirfyri teimum, hann leiðir teg til.

Tú kanst keypa bókina á donskum ella enskum á manna.fo.

Søren Aalbæk Rønn, miðnáms- og studentarskrivari í Vestur- og Suðurjyllandi um bókina ”Salt”:

”Hon setur júst teir spurningar og viðger tey ivamál, sum gera okkum mótleys og ótrygg, tá tað snýr seg um at luta gleðiboðskapin við onnur. Samstundis sær hon okkara avkristnaðu mentan og tey mótmæli, sum vit ofta fáa frá menniskjum rundan um okkum. Hon viðger og útleggur nógvar bíbilskar tekstir, og vísir við teimum á ein veg, har eg meti, nógv kunnu fáa frímóð og gleði. Hvør kapittul endar við spurningum til umhugsanar, so bókin hóskar væl at lesa saman og samtala um hana.”