Salving og forbøn

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Í fleiri vikur havi eg verið ein av mongum, ið hevur biðið serliga nógv fyri einum sjúkum menniskja. Tað hevur verið biðið einsæris, í bólkum og í stórum felagsskapi. Eg havi tosað nógv við Gud í hesum samanhangi, skelda inn á hann, grátið og havt nógvar spurningar. Tað er ikki altíð, vit skilja, hví summi skulu ígjøgnum so nógva trongd ella møta so nógvum mótgangi í lívinum. Vit fáa heldur ikki altíð svar. Men trúgvin á, at Gud heldur øllum í sínum hondum, at alt hevur eina ætlan, er tað, sum ger, at vit fáa styrkina at koma víðari.

Tað tykist sum, at tað eru alt fleiri og fleiri menniskju rundan um okkum, ið gerast sjúk. Meðan vit biðja fyri einum fólki, hoyrir tú um ein annan og triðja við, sum eru vorðin sjúk(ur) á ein ella annan hátt. Og sum medmenniskjað, kennir ein seg mangan so hjálparleysan. Og hesa seinastu tíðina havi eg hugsað meira og meira um hetta, vit lesa í Jákupsbrævinum 5,14: Er nakar sjúkur tykkara millum, tá kalli hann til sín hinar elstu kirkjuliðsins, og teir skulu halda bøn yvir honum og salva hann við olju í Harrans navni.

Jesus sendi sínar 12 lærusveinar út í tænastu: Og teir fóru út og prædikaðu, at tey skuldu venda um; og teir róku út nógvar illar andar og salvaðu mong sjúk við olju og grøddu tey. (Mark 6,13).Hetta er eitt amboð, Gud hevur givið okkum at arbeiða við. Brúka vit tað? Fara okkara hirðar saman til tann sjúka at biðja og salva hann við olju?

Eg má siga, at eg havi ongantíð upplivað tað. Eg veit bara um eitt dømi í mínum umhvørvi, har eitt menniskja er blivið salvað. Og vit tosa kanska heldur ikki nóg nógv um grøðing við forbøn og olju. So kann ein kanska spyrja, um tað ikki er nokk at biðja. Jú, bønina hava vit eisini fingið, og hon er so sanniliga ein góður miðil til okkara skapara. Men tá Jesus sjálvur sendir sínar lærusveinar út við oljuni at salva og grøða, so má tað hava onkran serligan týdning. Hví skal Guds Orð annars prædika tað fleiri ferðir. Tað eru allarhelst menniskju, ið hava fingið náðigávuna at grøða eins og lærusveinarnir. Og sum tað stendur: ”í Harrans navni!”

Eg haldi, at vit áttu at gjørt meira av hesum og ikki undirmeta týdningin av salving. Vit taka ofta gomul heimaráð til okkum. Í hesum tíðum, har alskyns vøra so við og við verður hildin at hava skaðilig árin á okkum og vit fella aftur á gomlu heimaráðini, so kunnu vit eisini fella aftur á tann ”heilivágin”, Jesus hevur givið okkum, nevniliga oljuna at salva sjúk við. Tað er ikki altíð, at heilivágur lekir, men vit royna hann álíkavæl. Eg sigi ikki, at øll verða frísk av salving, men vit kunnu tað sama royna tað sum alt annað. Í øllum førum eri eg í míni trúgv sannførd um, at vit eiga at boðsenda hirðarnar í kirkjuliðnum um saman at biðja, leggja hond á og fegin eisini salva tann sjúka nærindis okkum í Jesu Kristi navni.

Jütta Reynslág, Argir