Saman um Bíbliuna

Komandi fýra mánaðirnar skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri fýra spennandi kvøldum um ávís evni í Bíbliuni. Yvirskriftin er: “Saman um Bíbliuna.”

Kvøldini verða á ymiskum støðum um landið, og ætlanin er, at tey verða felagskvøld fyri økini tey verða í, samstundis sum øll eru vælkomin. Vónandi verður uppmøtingin góð.

14. januar er annar mikudagur í januar. Hini trý kvøldini verða fyrsta mikudag í februar, mars og apríl.

Endamálið er, at koma longri inn í bíbliuorðið og at styrkja felagsskapin um Bíbliuna.

Samstundis eru hetta evnir, sum helst ikki dagliga verða umrødd í meinigheitunum.

Á skránni hesi kvøldini verður sangur, bøn, undirvísing og bólkaprát um evnið.

Enda verður við drekkamunni.

Skráin fyri kvøldini er hendan:

  • 14. januar kl.19.30 í KFUM/K í Klaksvík. Evni: “Rættvísgering”. Símun P. Jacobsen undirvísir.
  • 04. februar kl.19.30 í Meinigheitshúsinum á Skála. Evni: “Vís mær tína trúgv” (trúgv og gerningar). Carsten F. Mikkelsen undirvísir.
  • 04. mars kl.19.30 í Meinigheitshúsinum í Havn. Evni: “Ver tann tú í Kristi ert – hvar tú ert” Heri Kjærbo undirvísir.
  • 01. apríl kl.19.30 í Meinigheitshúsinum í Sandavági. Evni. “Tá Gud grøðir – ella ikki”. Torleif Johannesen undirvísir.  

Øll eru vælkomin!
Kirkjuliga Heimamissiónin

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina