SAMAN UM BÍBLIUNA verður aftur komandi mikukvøld

Kirkjuliga Heimamissiónin skipar framvegis fyri tiltakinum SAMAN UM BÍBLIUNA, sum er ein lítil bíbliuskúli, har øll eru vælkomin at taka lut. Endamálið er at koma djúpri inn í Guds orð og at styrkja felagsskapin um Bíbliuna.

Komandi mikukvøld 4. mars kl. 19.30 verður triðja undirvísingarkvøldið. Tá fer Heri Kjærbo at undirvísa undir yvirskriftini: “Ver tann tú í Kristi ert – har tú ert.”

Kvøldið verður í Meinigheitshúsinum í Havn. Umframt undirvísing verður eisini bólkaprát út frá evninum, og endað verður við drekkamunni.

Fyrstu tvey kvøldini hava verið væl vitjaði. Tann 14. januar í Klaksvík undirvísti Símun Persson Jacobsen um rættvísgering, og 4. februar á Skála undirvísti Carsten Fonsdal Mikkelsen um sambandið millum trúgv, gerningar og frelsu.

Upptøkurnar frá kvøldunum higartil eru tøkar at hoyra her á síðuni, og tær kunnu eisini hoyrast á ymiskum poddvarps tænastum, eitt nú á Spotify.

Tað er ikki neyðugt at hava hoyrt fyrru undirvísingarnar fyri at taka lut – øll kvøldini kunnu standa fyri seg sjálv.

LES EISINI  Bíbliutími við fokus á “rættvísgering”

Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt gevandi og uppbyggjandi kvøld í Meinigheitshúsinum í Havn. Bæði tú, sum hevur verið við fyrr, og tú, sum kemur á fyrsta sinni.

Spotify:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina