SAMAN UM BÍBLIUNA verður aftur mikukvøldið

Kirkjuliga Heimamissiónin stendur aftan fyri tiltakið SAMAN UM BÍBLIUNA. Hetta er ein lítil bíbliuskúli, har øll eru hjartaliga vælkomin at taka lut. Endamálið er at koma djúpri í kunnleika til Guds orð og at styrkja felagsskapin um Bíbliuna.

Fyrsta undirvísingarkvøldið var 14. januar í Klaksvík, har Símun Persson Jacobsen, prestur, undirvísti um evnið rættvísgering. Undirvísingin varð tikin upp og kann nú hoyrast her á síðuni, og eisini á fleiri pallum sum Apple Podcast og Spotify.

Longu komandi mikudag 4. februar verður næsta kvøld. Tá fer Carsten Fonsdal Mikkelsen, trúboðari, at undirvísa undir yvirskriftini “Vís mær tína trúgv”. Orðini eru tikin úr Jákupsbrævinum, sum ígjøgnum tíðirnar hevur voldið nakað av høvuðsbrýggi. Hvat er sambandið millum trúgv, gerningar og frelsu? Undirvísingin verður í Meinigheitshúsinum á Skála, har missiónsvika er hesa vikuna. Umframt undirvísingina verður eisini bólkaprát út frá undirvísingini, og Teitur Poulsen kemur at syngja nakrar sangir.

Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt áhugavert og gevandi kvøld – bæði tú, sum longu hevur lurtað, og tú, sum kemur á fyrsta sinni.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina