Sangfagnaðurin samlaði 160 børn til sang og felagsskap í Nesvík 

Áleið 160 børn og ein rúgva av sjálvbodnum fyltu høllina í Nesvík við sangi og gleði til ársins Sangfagnað síðsta vikuskifti. Væl umtókta tiltakið, sum nú hevur 9 ár á baki, er vorðið eitt hæddarpunkt á árinum fyri nógv børn – og fyri tey vaksnu, sum velja at brúka teirra heystferiu til at geva teimum eina uppliving fyri lívið.

Tilmeldingin til Sangfagnaðin lat upp fyrst í september, eftir bert tveir minuttir var fullteknað – og við langum bíðilista. Tað vísir hvussu stórur áhugin er fyri tiltakinum, bæði millum børn og foreldur.

Sangfagnaðurin byrjaði hósmorgun og endaði leygardagvið tveimum nærum útseldum konsertum í stásiligu høllini í Nesvík. Til konsertina framførdu øll børnini fyrst sum eitt stórt felagskór og síðan í tveimum smærri kórum – barnakór fyri tey yngru og juniorkór fyri tey eldru.

Longu eftir fyrsta dagin høvdu børnini lært næstan allar teir 10 sangirnar, sum vóru sungnir til konsertirnar. Nærum allir sangirnir eru týddir ella yrktir til høvið, sum vísir á stóra innsatsin handan tiltakið – frá at yrkja og týða sangir til kórleiðslu, tónleik, matgerð, praktiska fyrireiking og umsorgan fyri børnunum til tiltakið.

LES EISINI  Leguhúsið fingið tvey teppir afturat frá Kirstin

Ein av áhoyrarunum til konsertirnar leygardagin var Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.

– Tað var bæði hjartanemandi og lívsjáttandi at uppliva konsertina við mongu børnunum í Nesvík leygardagin, sigur Djóni. Sjálvbodna arbeiðið, sum liggur aftanfyri eitt slíkt tiltak er eisini fyrimyndarligt – at so nógv fólk vilja brúka ein stóran part av sínari heystferiu til at geva børnunum eina góða uppliving.

Eisini í Kirkjuligu Heimamissiónini, sum stendur aftanfyri tiltakið, er stórt takksemi fyri ídnið, sum hvørt ár samlar so nógv fólk.

– Nógv tíð, orka og kærleiki verða løgd í at skipa fyri einum slíkum tiltaki, har børn kunnu gleðast saman um sang og trúgv, sigur Jóhan Hansen, barna- og familjuráðgevi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Tað er rørandi at síggja, hvussu nógv vilja vera við at gera hetta møguligt. Tað eru vit ógvuliga takksom fyri.

Hoyr stóra sangkórið til Stórmøtini

Fyri tey, sum ikki náddu at uppliva konsertirnar í Nesvík, verður skjótt ein nýggjur møguleiki. Stóra kórið frá Sangfagnaðinum syngur aftur til Stórmøti hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum verða 7.-9. november í høllini á Kambsdali. Her luttaka tey til SIMBA-hittið, stóra familjutiltakið ið verður sunnudagin 9. november kl. 15.00. Aftaná verður boðið til nátturða í høllini á Kambsdali.

LES EISINI  Leguhúsið í Nesvík fyrireikast til summarlegur


Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina