Sangmøti við Taborkórinum
Trúboðin var við sunnudagin, tá ið eitt serligt sangmøti var í missiónshúsinum Tabor á Toftum. Tað var Taborkórið, sum stóð fyri allari skráini. Høvið var 25 ára hátíðarhald. Afturat sanginum høvdu limir í kórinum eisini vitnisburðar. Løtan var innilig og hátíðarlig, har øll meinigheitin var saman. Trúboðin var á staðnum og tók fleiri av sangunum upp. Nú eru teir fyrstu tveir lagdir út og kunnu síggjast her á síðuni.