Sangskeiðsfebur

JESSSS! So er endiliga sangskeið aftur!

Nakrir og 50 sangarar sita spentir og syngja teir lekkrastu gospelsangirnar. Øll smílast! Øll eru glað! Og tað er fantastiskt at vera aftur á sangskeiði!
Fleiri hava verið trúfastir luttakarar, tá sangskeiðstíðin var í hæddini. Fleiri eru nýggj, ið hava hoyrt um allar tær stuttligu løturnar á sangskeiði. Nýggj fólk at møta, nýggjar sangir at læra, gamlar sangir í nýggjum hami, andaligur boðskapur, góður matur og hugnaligt umhvørvi. Her er gott at vera.

Og alt samvirkar til eitt brak av eini góðari gospel-konsert leygarkvøldið, tá vit syngja út, alt tað vit hava lært og verið saman um hesar vetrardagarnar í Nesvík. Hetta er gott og hetta verður enn betri leygarkvøldið 14. febr. Kl 19.00. Kom í høllina í Nesvík og lurta!

LES EISINI  Sangskeið verður í Nesvík í vetrarferiuni
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina