Sangur á ársmøtinum: Um friður sum flóðin

Felagssangurin rungaði í høllini í Leguhúsinum á ársmøtinum leygarkvøldið.

Ein av mongu sangunum var: “Um friður sum flóðin skal fylla meg her.” Vælkomin at hoyra sangin og at syngja við…

1. Um friður sum flóðin skal fylla meg her,
um stormur meg treingir og stríð,
hvør enn er mín lutur, eitt veit eg tó vist,
at mín sál, hon er frí, hon er frí.

2. Um Satan meg treingir, um freisting er hørð,
tann vissa er sálini í,
at Jesus, hann veit tað, hans hjálp er mær nær,
at mín sál, hon er frí, hon er frí.

Niðurlag: Hon er frí, hon er frí,
ja, mín sál, hon er frí, hon er frí!

3. Men, Frelsari, grøvin er tó ei mín vón,
men koma tín skýggjunum í!
Við gleði eg nú síggi fram til ta stund,
tí mín sál, hon er frí, hon er frí.

4. Mín synd – á, hvør sæl henda vissa tó er! –
mín synd er til æviga tíð
út strikað, tí negld hon til krossin jú varð,
og mín sál, hon er frí, hon er frí.

LES EISINI  Ársmøtið 1. - 2. apríl 2022

5. Hjá mær er tað Kristus at liva, og skal
eg stríða hitt seinasta stríð,
so er sjálvur deyðin ein vinningur mær,
tí mín sál, hon er frí, hon er frí.

Upptøka: Carsten Fonsdal Mikkelsen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina