Sigrun sett sum nýggjur barna- og familjuráðgevi

Sigrun Mikkelsen úr Sørvági er sett í starv sum nýggjur barna- og familjuráðgevi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Nýggja starvið verður sett sum ein liður í at styrkja barna- og familjuarbeiðið, sum er partur av strategiini fyri komandi árini. 

Talan er um eitt nýtt og ólønt starv ein dag um vikuna í eitt ár, har Sigrun kemur at hava serligt fokus á at styrkja barna-, junior og familjuarbeiðið kring landið. 

– Vit ynskja komandi árini at styrkja okkara barna- og familjuarbeiðið, og tí hava vit valt at seta meira inn fyri at hjálpa staðbundnu sunnudagsskúlunum kring landið, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari. Sigrun hevur hollar royndir og vitan innan sunnudagsskúlaarbeiðið og kristiligt barnaarbeiði í síni heild. Tí hevur hon nógv at bjóða í ráðgeving og hjálp til staðbundnu missiónsarbeiðini kring landið.

Sigrun hevur í mong ár verið virkin innan barna- og familjuarbeiði, bæði í Kirkjuligu Heimamissiónini og í staðbundna arbeiðinum. Hon hevur verið í landsnevndini fyri sunnudagsskúlaarbeiðið í áleið 40 ár, harav hon hevur verið forkvinna seinastu 8 árini. Hon hevur eisini verið við til at skipa fyri SIMBA summarleguni, sum hvørt ár er í Vágoynni, síðan miðskeiðis í 80’unum.

LES EISINI  Stórmøti á Kambsdali

Eisini er Sigrun virkin í sunnudagsskúlanum í Sørvági, har hon býr. Hon byrjaði at hjálpa til í sunnudagsskúlanum sum 13 ára gomul, bleiv leiðari sum 18 ára gomul, og er hon tað framvegis saman við øðrum góðum fólki í sunnudagsskúlatoyminum. Hon hevur eisini havt barnakórið í Libanon í Sørvági síðan fyrst í 80’unum, sum er virkið enn. Nú hevur dóttirin ábyrgd av kórinum, meðan Sigrun og hin dóttirin hjálpa til. 

Í summar gavst hon í sínum borgarliga starvi, og tá heitt var á hana um at koma í parttíðar starv innan barna- og familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, var hon skjót at taka av.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina