Sjómanskvinnuringurin fingið nýggja leiðslu
Mánakvøldið 2. februar savnaðist sjómanskvinnuringurin í KFUM/K í Klaksvík. Tað hevur hann gjørt vetrarhálvurnar síðani byrjanina 13. januar 1959.
Hetta kvøldið vitjaði sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen. Hann talaði Guds orð og segði frá skipsvitjanum og øðrum áhugaverdum í sambandi við arbeiðið sum sjómanstrúboðari.
Kvinnurnar hava verið og eru enn trúgvar í arbeiðinum fyri Føroysku Sjómansmissiónina, sum arbeiðir millum føroysk og útlendsk sjófólk. Høvuðsuppgávur teirra verða ofta nevndar sum forbønin, fíggjarligur stuðul og jólapakkar til sjófólkið.
Harafturat hava flestu sjómanskvinnuringar verið ein sera dyggurr stuðul til staðbundna kristna arbeiðið, og savna pening inn til sjómansheim, missiónshús og onnur hús og góð endamál. Eisini hava kvinnurnar tikið sítt tørn tá ræður um praktiskt arbeiði í Guds húsum.
Kvinnurnar eiga eina stóra hjartans tøkk fyri hetta stóra og drúgva ósjálvsøkna kærleiksarbeiði.
Eins og skipini hava ein skipara, so hava sjómanskvinnuringarnir ein skipara ella leiðslu. Leiðslan skipar arbeiðið og hevur ábyrgd av tí. Soleiðis hevur tað eisini verið øll 67 árini hjá ringinum í KFUM/K í Klaksvík.
Forkvinnurnar hava verið: Fía Lassen, Karolina Jacobsen, Johanna Christiansen, Ása Heinesen, Johild Johannesen og Malan Olsen.
Í heyst segði Malan seg frá sum forkvinna. Í hennara stað er nýggj leiðsla komin við fýra kvinnum. Tær halda, tað er lættari at fleiri eru í leiðsluni, sum deila uppgávur og ábyrgd sínámillum.
Í leiðsluni nú eru: Rannvá Langgaard, Oluffa Andreasen, Marjun E. Petersen og Ingrid Fuglø. Marjun er forkvinna.
Undanfarnu forkvinnur fáa eina hjartans tøkk fyri stórt og gott arbeiði, samstundis sum nýggju leiðsluni verður ynskt Guds signing og blíðan byr.


Torleif Johannesen


