Sjómanskvinnuringurin í Sandavági 70 ár

Hesa vikuna hátíðarheldur Meinigheitshúsið í Sandavági sín 100 ára dag. Meinigheitshúsið varð vígt og tikið í nýtslu 17. januar í 1926. Húsið var bygt sum úrslit av kristiligari veking, sum hevði verið millum kirkjufólkið síðani aldarskiftið.

Nevnast kann, at umframt møtir, so byrjaðu fólk at hava sunnudagsskúla í 1912. Síðst í 1940-unum byrjaðu kvinnumøtir og umleið somu tíð byrjaði eisini ein DMS-ringur, sum stuðlaði útimissiónsarbeiðið hjá “Det Danska Missionsselskab”

Johan Hans Simonsen, trúboðari, sum var góður vinur av Sjómansmissiónni, og vitjaði ofta í Sandavági har hann hevði møtir. Aftaná eitt av møtunum tosaði hann við nakrar av yngru kvinnunum um at stovna sjómanskvinnuring. Tær vildu royna, um tær eldru kvinnurnar, sum vóru virknar í sunnudagsskúlanum, kvinnumøtum og DMS einki høvdu ímóti tí. Tað høvdu tær als ikki, tvørturímóti.

Stovnaðu sjómanskvinnuring
Í februar í 1956 bjóðaðu Marianna og Vilhelm Nielsen, til stovnandi fund heima hjá teimum. Ringurin var stovnaður og Jenhild Danielsen gjørdist forkvinna. Ringurin savnaðist fjúrtanda hvønn dag heima hjá Mariannu. Nógvar kvinnur vóru við í ringinum og eisini fleiri ungar gentur. Á skránni var sangur, bøn og upplestur úr góðum kristiligum bókum og tíðarritum, drekka, og handarbeiði. Um heystini gjørdu teir jólapakkar til sjófólkið, sum vóru latnir Tórshavnar sjómansheimið at bera umborð á skipini.

Síðst í 1970-unum var lítlisalur bygdur uppí Meinigheitshúsið, og eftir tað savnaðist sjómanskvinnuringurin har, og hevur savnast har síðani.

Í 1964 gjørdist Marianna Nielsen forkvinna. Í 1989 vóru Oddvør Thomassen og Hannefía Augustinussen valdar í leiðsluna og Oddvør varð forkvinna og hevur verið tað síðani.

Arbeiðið hjá ringinum helt fram og hevur verið ein góður stuðul hjá Sjómansmissiónini og hjá arbeiðinum í og út frá Meinigheisthúsinum.
Í 2010 var leiðslan í ringinum styrkt, tá Ruth Myllhamar, Anna Sofía Petersen og Eyðbjørg Johannesen komu við í leiðsluna, eftir at Hannefía hevði takkað fyri seg.

LES EISINI  1151 pakkar umborð á 102 skip      

Bindiklubbi við í ringin
Fyri nøkrum árum síðani kom ein bindiklubbi við í ringin. Tær vildu virka við, eisini tí flestu teirra høvdu sjómann. Tær hava bæði styrkt og kryddað arbeiðið í ringinum. Aðrar kvinnur koma av og á, so í miðal eru tær um 18 kvinnur. Er okkurt serstakt á skránni, eru tær fleiri. Sjófólk og onnur frásøgufólk vitja ringin av og á. Annars gongur arbeiðið sína siðvandu gongd. Allar kvinnur eru vælkomnar í ringin.

Oddvør varð heiðra
Týskvøldið 13. januar, savnaðist sjómanskvinnuringurin, sum liður í 100 ára hátíðarhaldinum hjá Meinigheitshúsinum. Allar kvinnur vóru vælkomnar, og nakrar vóru eisini frá ringunum í Miðvági og í Sørvági. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, talaði og greiddi frá arbeiðinum. Tá góði drekkamunnurin var etin, varð Oddvør heiðra fyri trúgva tænastu sum forkvinna.

Hon fekk hálskedu frá Meinigheitshúsinum, sum Holgar Johannesen, formaður handaði henni og tasku frá Sjómansmissiónini.
Oddvør greiddi stutt frá hvussu hon kom inn í arbeiðið og frá arbeiðinum.
Eftir 37 ár sum forkvinna ynskir hon at verða avloyst. Vónin og bønin til Guds er tí, at Gud leggur onkrum á hjartað, at ganga inn í arbeiðið og bera stafettina víðari.

Føroyska sjómansmissiónin ynskir ringinum tillukku við teimum 70 árunum, og takkar hjartaliga fyri stóra og trúgva arbeiðið, tær hava gjørt hesi mongu ár, og ynskir framhaldandi Guds signing.

Eisini verður ynskt teimum tillukku við 100 árunum hjá Meinigheitshúsinum.

Myndin har ringurin er savnaður er frá mars 2021.
Meinigheitshúsið í 1920-unum og í 2016.

LES EISINI  Kambur hevði vitjan av sjómanskvinnuringi

Keldur: “Søgan um Sunnudagsskúlan”. Johs. Andr. Næs
            “Tænandi kvinnur”: Torleif Johannesen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina