Sjómanskvinuringur vitjaði umborð á Bakkafossi

– Eftir rundvísingina sat manningin saman við kvinnunum eina góða løtu í messuni og hugnaði sær við drekka, køkum og práti. Tað var stak hugnaligt og ein góð løta, sigur Niels.

Mánakvøldið, 3. mars, vitjaði sjómanskvinnuringurin á Glyvrum umborð á Bakkafossi. Skipið liggur við bryggju í Runavík, har ymiskt viðlíkahald verður gjørt, og tí var lagaliga løtan komin. Tað er hugaligt hjá sjómanskvinnuringum at vitja umborð á skipum – ikki minst tá tað er eitt av skipunum, tær javnan biðja fyri.

Klokkan 19.30 komu kvinnurnar umborð. Manningin var hjálpsom, um onkur ikki var stinn at ganga gjøgnum leytaran og upp í messuna, har løtan skuldi verða.

Andakt og kunning
Eftir fyrsta sangin hevði Bogi Kallsberg andakt. So var aftur sungið, áðrenn Kristianna Vang, forkvinna í ringinum, greiddi frá arbeiðinum hjá ringinum, og hvørjum skipum tær bóðu fyri. Hon endaði við bøn.  
So var aftur sungið, áðrenn skiparin, Niels Leivsson í Buð, bjóðaði kvinnunum at síggja skipið. Hann greiddi eisini frá arbeiðsgongdini umborð, hvar teir arbeiddu og annað.
Tær frøddust yvir at síggja stóra og snotiliga skipið og at hoyra frá arbeiðinum.

At enda varð bjóðað til góðan drekkamunn við stórari lagkøku í messuni. Ein í manningini hevði føðingardag, so kvinnurnar hildu, at tær skuldu syngja Til lukku til tín.
Kvinnurnar vóru takksamar fyri møguleikan at vitja umborð og fyri løtuna.

LES EISINI  Jólaheilsan frá Jørgen Andreassen

Væl nøgdur skipari
– Aftaná rundvísingina sat manningin saman við kvinnunum eina góða løtu í messuni og hugnaði sær við drekka, køkum og práti. Tað var stak hugnaligt og ein góð løta, sigur Niels.

– Hetta var eisini ein góð løta fyri manningina. Tað er altíð gott at møta teimum, sum sýna umsorgan og biðja fyri okkum. Løtan var góð, bæði fyri manningina og kvinnurnar, so hetta er eitt gott hugskot til aðrar ringar og til onnur skip, sigur Niels L. í Buð.

Teimum umborð á Bakkafossi og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina