Sjómanskvinnuringurin endaði veturin á Vesturskin

Sjómanskvinnuringurin á Toftum savnast vanliga í missiónshúsinum Tabor týskvøld, aðru hvørja viku í vetrarhálvuni. Tað eru tær glaðar fyri, hóast uppmøtingin kundi veri betri.

Nú várið er komið og summarið nærkast, var tíðin komin at takka fyri veturin og geva kvinnunum summarfrí.

Avgjørt var, at síðsta kvøldið skuldi vera á sambýlinum Vesturskin. Bæði fyri at uppliva okkurt øðrvísi og fyri at bjóða kvinnum, sum búgva á Vesturskin við til løtuna. 24 kvinnur vóru við og fimm teirra búgva á Vesturskin. Harafturat vóru nakrar yngri við, sum savnast av og á í einum bindiklubba.

Á skránni var felagssangur og andakt við sjómanstrúboðaranum. So var sungið ein sang og bjóðað til ein góðan  drekkamunn.

Tá liðugt var at drekka greiddi Bogi Kallsberg, við orðum og myndum, frá arbeiðinum á Smoltstøðini norðuri við Strond. Tað var áhugavert at hoyra og síggja. Hann greiddi eisini frá eini skakandi hending á sjónum. Enda var við bøn og “sálminum “Stýr míni skútu.”

Møguleiki var at keypa nýggju taskuna hjá Sjómansmissiónini við búmerkinum, og at lata gávu til Sjómansmissiónina.

LES EISINI  Heri prestur vitjar sjómanskvinnuringar í annaðkvøld

Aldursmunurin, frá yngstu til elstu, var umleið 50 ár. Tær elstu vóru tríggjar systrar. Tær eru 95, 96 og 91 ár, og hava verið trúgvar í sjómanskvinnuringinum.

Takka var fyri veturin og ynskt gott summar. Sagt var eisini, at um Gud vil og vit liva, so savnast ringurin aftur í septembur, og tá eru allar kvinnur vælkomnar.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina