Sjómansmissiónin skipar fyri minningarhaldi

Sum siður er, so skipar Føroyska sjómansmissiónin fyri minningarhaldi teirra sjólátnu.

Minningarhaldið verður á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2, í Havn, Alla halgannadag, sunnudagin, 1. november, kl. 14.00.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, talar, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, hevur andakt. Aftaná verður farið niðan í viðarlundina, har løgmaður leggur krans, vegna Føroya fólk,og prestur hevur bøn og lýsir signing.
Øll eru vælkomin at vera við.

 

LES EISINI  Ein heilsan um stuðul til Sjómansmissiónina