Skal tíðarandin vinna á Guds vilja?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Nú løgtingsmálið um broyting av hjúnabandslógini nærkast endanum, hevur Trúboðin sett øllum tingfólkum nakrar spurningar um hjúnabandið og Løgtingsins framferðarhátt viðvíkjandi hesum stórmáli.

Eisini verður spurt, hvør fylgjan kann verða fyri kirkjuna, um eitt hjúnaband nú eisini skal vera ímillum mann og mann ella kvinnu og kvinnu.

Við kirkjunum í grannalondunum í huga eru útlitini als ikki góð, um Løgtingið veruliga velur at gjøgnumføra fyriliggjandi broyting av §14, stk. 2 í hjúnabandslóggávuni. Hví ikki læra av óhepnu fylgjunum í grannalondunum og finna aðrar loysnir?

Øllum kunnugt er hetta eitt mál, ið veruliga klývur tjóðina, og hetta óhepna sundurlyndi kann sjálvandi ikki verða øðrvísi, tá ið tingfólk tilvitað velja júst hesa loysn, ið ger seg inn á sjálva hjúnabandsskipanina, sum vit kenna hana ímillum kvinnu og mann.

Við tí góðu og tryggu samanhaldskraftini, ið kristna mentanin í stóran mun hevur skapað her á landi, sýnast løgtingsfólk nú víðopin og ókritisk fyri ávísum útvaldum og væl brandaðum rákum, ið als ikki eru kjølfest í kristnari hugsan. Man tess góðska roynast betur enn arvur okkara?  

Jú, spurningarnir eru mangir, og løgtingsfólk vilja tíbetur enn hoyra, men í minkandi mun, tíverri, lurta eftir kirkjuni og tí kristna boðskapinum viðvíkjandi hjúnabandsskipan Guds. Hví verður ikki spurnartekn sett við hesa gongd?

Í mínum hugaheimi eiga øll menniskju at virða hvørt annað sum menniskju, og er tað í hesum ljósi, at skapningurin eisini eigur at virða skaparans góðu skipanir fyri menniskja – harundir hjúnabandsskipanina ímillum mann og kvinnu.

Eitt samlað kirkjuligt landslag hevur í trimum skrivum – í sambandi við hoyringina – verið púra greitt og samt í sínum  útmeldingum, og nú er so spurningurin, um Føroya Løgting vil ganga ímóti kirkjunnar vilja og ímóti Guds greiða orði í hesum grundleggjandi máli.

Við framferð Løgtingsins í huga, eru mangir stórir og avgerandi spurningar fyri stavn, og tí var tað ikki løgið, um Løgtingið hevði havt stóran áhuga í eini veruligari greining av møguligum avleiðingum fyri kirkjuna og hennara samband við landið.

Hjúnabandsmálið er ítøkiliga og ikki minst av fleiri prinsipiellum orsøkum eitt nógv størri mál, enn mong gera sær far um, og tí vil eg heita á løgtingsfólk um at finna aðrar loysnir, ið vilja savna heldur enn skaða, sára og sundurlaða. Gerið tað rætta.