Skála Kirkja fylti 85 ár – og segði takk.

Har var veitsludámur í Skála Kirkju sunnudagin! Kirkjan rundaði tey 85, og kirkjuliðið savnaðist har fyri at hátíðarhalda bæði hálvrunda dagin og tey menniskju, ið gjøgnum árini hava hildið kirkjuna livandi. Sum ein partur av hátíðarhaldinum varð ein stór tøkk veitt til øll tey sjálvbodnu, sum viku eftir viku og ár um ár, ótroyttiliga hava lagt tíð, orku og hjarta í kirkjunnar lív. Ikki færri enn nýggju sjálvboðin vórðu heiðrað fyri meir enn 25 ára trúgva tænastu og ein tíggjundi varð fyri kortum eisini heiðraður við eitt annað høvi, tá hann rundaði 40 ár í tænastuni. Kirkjuráðið gav øllum 10 eina vakra gávu: ein málning málaður av Hilmari Højgaard sum eitt tekin uppá takksemi kirkjuliðsins.

Ein kirkja, ið veksur við tíðini.

Hóast Skála Kirkja hevur mong ár á baki, so er altíð vorðið arbeitt við at halda henni væl. Fyri umleið 10 árum síðan varð kirkjan víðkað við einum kjallara og einum skrúðrúmi, ein betring, sum hevur gjørt stóran mun í gerandisdegnum. Í dag verður kjallarin millum annað nýttur til sunnudagsskúla undir gudstænastunum, og eina ferð um mánaðin møtist kirkjuliðið her til morgunmat saman. Hóast kirkjan nú stendur her so vakurt, so síggjast tey 85 árini eisini aftur á henni. Tí arbeiðir kirkjuráðið í løtuni við eini ætlan um eina stóra endurnýggjan og nútíðmansgerð, so at Skála Kirkja eisini frameftir kann vera eitt livandi og fjálgt savningarstað, har menniskju møtast um góða boðskapin.

LES EISINI  Fleiri enn 40 biskupar á vitjan í Føroyum
Asbjørn Mikkelsen, deknur og samskipari av kirkjuligum tænastum, Hallgrím Johannesen, deknur, Óli á Grindafløtti, urguleikari, Sonja Hansen, kirkjuverji, Súni Kristiansen, urguleikari og samskipari av urguleiki, Sylverius Jacobsen, deknur, Petur F. Johannesen, urguleikari, Hanus Thomsen, urguleikari, Kathrina Lamhauge, urguleikari, vantar á myndini.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina