Skermvera ella nærvera?

Jákup E. Petersen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Kristni felagsskapurin er neyðugur, tí at har kann eg hoyra orðið um Kristus. Og orðið um Kristus, sum eg hoyri úr munninum á næsta mínum, er sterkari enn tey orð, ið eg kann fortelja mær sjálvum um Kristus.

Orðini átti Dietrich Bonhoeffer, týskur prestur, ið varð avrættaður undir øðrum veraldarbardaga vegna mótstøðu móti nazi-stýrinum. Hann kendi til at verða avskorin frá kristna felagsskapinum.
Hóast vit ikki liva undir slíkum korum og nógv er annarleiðis, so hava seinastu tveir mánaðirnir merkt kristna felagsskapin runt heimin og í Føroyum. Ikki hevur verið møguligt at savnast sum vant. Men hetta steðgar ikki kristna felagsskapinum, hann flytur seg og hesaferð meira enn nakrantíð í føroyskari kirkjusøgu, út á alnótina. Takk Guð fyri tøknina. Máttu vit eisini dugað at hildið áfram á hesum økinum framyvir og á henda hátt bera gleðiboðskapin um Guðs ríki og Jesus Krist út til fleiri.

Men, vit kunnu passandi spyrja: hví skulu vit fara aftur til fysiska felagsskapin, tá ið vit so lættliga kunnu savnast á alnótini? Enntá luttaka í fleiri felagsskapum samstundis!
Eg trúgvi, at svarið liggur goymt í bíbliunnar læru um, hvat kristni felagsskapurin er.
Fyri at taka eitt stað, kunnu vit lesa í Hebrearabrævinum kap. 10 um trý aktiv sagnorð, sum vísa, hvussu kristin skulu fyrihalda seg til at samlast.

  • At ganga fram fyri Guð (likamlig gongd?)
  • At halda óvikuliga fast við játtingina (muðurin ein likamslutur)
  • At geva gætur hvør eftir øðrum (eyguni og kropsmálið)
LES EISINI  Felags ungdómsmøti í Nesvík

Rithøvundurin skrivar síðani, at hetta omanfyri kunnu vit gera við at møtast og mótsatt, um vit skilja okkum frá samkomingini, so oyðileggja vit omanfyristandandi og arbeiða ímóti Guðs arbeiði í kristna felagsskapinum.
Sjálvandi kann nógv av hesum gerast á alnótini, uttan fysiska nærveru.
Tað góða við at møtast við fólki á skermi er samstundis tað mest avbjóðandi. Vit kunnu sløkkja, tá ið vit ikki tíma meira. Sostatt melda vit okkum (ov) lættliga inn og út av felagsskapinum. Tað krevur nakað meira at fara likamliga avstað í eitt annað rúm. Tú má vera ílætan klæðir og sinnisliga klár/ur at traðka inn í felagsskapir. Hetta er annarleiðis enn luttøkan úr sofuni yvir skermin. Allur persónurin má møta upp í tí fysiska felagsskapinum og ikki bara tann sinnisligi.

At vera partur av einum likamligum kristnum felagsskapi krevur nærveru. Og møguliga duga vit ov illa nærveruna og liva sum um vit eru saman yvir skermar.

LES EISINI  Ein í rúgvuni

Likamliga nærveran er neyðug, tá ið veruligi kristni bróður- og systurkærleikin skal vísa sítt andlit, sínar hendur, føtur, pengar, góðgerðir, áminning, rættleiðing, vegleiðing, umsorgan – ja, har vit birta uppundir hvør annan til kærleika og góðar gerningar. Tá ið vit ikki bara kunnu sløkkja fyri næstanum, men mugu áhaldandi og afturvendandi geva gætur eftir hvør øðrum fyri harvið at bera Kristus til hvønn annan, í orði og tænastu.
Vit eru eitt likam og limir hvør hjá øðrum. Skift ikki likamið út við sinnið, men fasthald bæði – eins og Jesus, ið fór likamliga til himmals og kemur aftur haðani og vit tá skulu halda áfram í samkomingini við hann í likamligu uppreisnini!

Skal eg ein dag syngja tað himmalska lag (likamliga), má eg her niðri læra meg tað.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina