Skrá fyri Bíbliuskeiðið 2025
Her er skráin fyri Bíbliuskeiðið, sum verður í Nesvík 21. – 24. august 2025:

Á bíbliuskeiðnum verða seks tímar út frá evninum: “Tey hildu fast saman…” og fimm áhugatímar við ymiskum evnum. Tveir tímar verða um læru ápostlanna og tveir um heilaga samfelagið (meinigheitina). Síðani verður ein tími um breyðbrótingina og ein um bønirnar.
Seinnapartin leygardagin verða fimm áhugatímar, sum verða tvær ferðir, so fólk kunnu velja tveir teirra. Teir verða um dóp, sangur og lovsangur, endatíðin, undur og tekin og bíbliubólkar: Hví og hvussu?
Skráin er send Missións- og Meinigheitshúsum um landið.
Tilmelding er neyðug og fer fram á atgongumerki.fo
Seinasta freist at tekna seg er mánadagin 18. august.
Bíbliuskeiðið er ætlað fólki í øllum aldri. Hjartaliga vælkomin!
.